Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: KÍ vann 3-0 á Svangaskarði í dag

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  16.01.2021 - 14:58 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Fyrsti venjingardysturin er leiktur.

KÍ spældi á Svangaskarði móti uppflytarunum B68. KÍ hevði bóltin størsta partin av dystinum og fekk eisini trý mál. Annars var spælið merkt av, at talan var um fyrsta venjingardyst og harafturat darvaði vindurin serliga í fyrra hálvleiki. Av nýggju útlendsku leikarunum var bara Jasper Van Der Heyden tøkur hendan dystin.

 


B68-KÍ 0-3 (0-1)

0-1: Jóannes K. Danielsen (Upplegg: Árni Frederiksberg)

0-2: Jasper Van Der Heyden (Upplegg: Jákup B. Andreasen)

0-3: Odmar Færø (Upplegg: Deni Pavlovic)

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Dávid Langgaard - Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, Jóannes Bjartalíð - Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannessen. Í fyrra hálvleiki kom Jasper Van Der Heyden inn fyri Jonn Johannessen, sum fekk ein skaða/snudd. Í hálvleikinum kom Børge Petersen inn. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…