Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen (savnsmynd)

Fantastiskt comeback av Stjørnuni

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  23.01.2021 - 21:59 Ítrottur Tíðindi

Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá Stjørnan og H71 brustu saman í KÍ-høllini í dag til dyst í bólkaspælinum í steypakappingini. Tað gekk ógvuliga javnt á allan fyrra hálvleik, men móti endanum av hálvleikinum dróg H71 frá, og kundi fara til hálvleiks við eini 3-máls leiðslu. Hálvleiksstøðan var 13-10 til H71.

Sum seinni hálvleikur leið, hevði H71 hug at økja um leiðsluna. Tá 16 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var støðan 21-15 til H71, og alt bendi á, at H71 skuldi fara avstað við sigrinum. Men stjørnuleikarnir góvu ikki upp, og næstu minuttir ótu tær seg støðugt inn á H71, og tá 26 minuttir vóru leiktir, var javnleikur 22-22, og høllin kókaði. Tá umleið ½ minuttur var eftir at leika, var støðan javnleikur 24-24, og Stjørnan fóru í álop, og hevði møguleika at avgera dystin, men tað eyðnaist ikki, í seinastu løtu fangaði Mari Weihe hjá H71 bóltin frá Stjørnuni, men tá var so lítil tíð eftir, at dysturin varð avblástur, áðrenn Maria kundi kasta bóltin í Stjørnumálið. Sostatt endaði hesin sera undirhaldandi dysturin við javnleiki 24-24. Eitt fantasikst comback av Stjørnuni.

Enn hevur Stjørnan møguleika at leika seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Komandi vikuskifti skulu tær til Vágs at leika ímóti VB. Vinna tær tann dystin, hava tær 3 stig, tað sama sum H71 hevur. H71 skal komandi vikuskifti leika ímóti Neistanum.

Hondbóltssambandið hevur enn ikki tikið støðu til klaguna frá Stjørnuni í samband við dystin ímóti Neistanum seinasta vikuskifti. Spennandi verður at hoyra, hvørja niðurstøðu HSF kemur til klaguna, har Stjørnan metur, at dómararnir gjørdu ein fundamentalan feil, við at døma brotskast til Neistan í seinastsu sekundunum.

Málini hjá Stjørnuni í dystinum í dag skoraðu: Juliana Nalviko 10, Katrin Bertholdsen 7, Tóra Eliasen 2, Ella Samson, Sonja Sirdal, Óluva Joensen og Joan Sørensen hvør sítt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"