Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hví ikki hava "Vælkomin til Kollafjørð/Kollafjarðar" til vinstru og "Welcome to Kollafjørður" til høgru? | Mynd: Facebook-bólkurin "Føroysk rættstaving".

Skelting og føroysk bendingarlæra

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  04.03.2021 - 19:32 Lesarabrøv Mentan

Væl vitandi, at Visit Faroe Islands skal marknaðarføra Føroyar uttanlands, so má skeltingin heima í Føroyum fylgja føroyskum stavsetingar- og bendingarreglum. Tað kann gerast, hóast tað samstundis verða tikin atlit til útlendsk ferðandi, nevniliga við at hava parallelltekstir, annan á føroyskum og hin á enskum. Harvið fáa vit 2 reinar vørur í staðin fyri eina lunkaða millumvøru við at blanda málini saman.

Nýggja skeltið “Vælkomin til / Welcome to / Kollafjørður” er ikki so væl frágingið málsliga. Eins og tað ber til at skriva bæði “Vælkomin til” og “Welcome to”, so ber sjálvsagt eisini til at skriva bygdarnavnið Kollafjørður bæði bent fyri føroyinganna skuld sum óbent fyri ferðafólkanna skuld.

Á føroyskum stýrir fyrisetingin “til” annaðhvørt hvønnfalli ella hvørsfalli. Her skuldi tí verið soleiðis atborið, at tað stóð “Vælkomin til Kollafjørð” (hvønnfall) ella “Vælkomin til Kollafjarðar” (hvørsfall) fyri seg, og so kundi enska “Welcome to Kollafjørður” staðið fyri seg. Á enskum verða staðarnøvn ikki bend uttan í hvørsfalli (til dømis London’s) , sum enska “to” ikki stýrir á enskum. Harvið virdu vit bæði føroyskt og enskt mál samstundis.

Sjálvandi skulu vit taka fyrilit fyri ferðafólkunum, men tað er neyvan nakar ferðamaður, ið ynskir, at vit ofra okkara egna mál teirra vegna. Visit Faroe Islands eigur at taka fyrilit fyri bæði føroyingum eins og fyri útlendskum vitjandi. Serliga tá hugsað verður um, hvussu ómakaleyst tað kann gerast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin
Hví velja Miðfloksumboð í løgtingið?
Fólka­flokku­rin vil hava eina betri skatt…
Bíðilistar eru ikki vælferð
Hvarv aktivisman nú úr Løgtingi­num?
Ferðavinnan – ein stórur møguleiki
Fiska, ímeðan fiskur er!
Ódámlig og óvirðilig útlendsk uppíblandi…
Eitt hjartasuff
Hvussu við tónleiki og mentan?
Barsilsfar­loyvi uttan inntøkumiss
Við mínum drúgvu royndum - bæði politisk…
Kappast um at dagføra Haraldssundsbyrgin…
Sjálvandi eiga øll at fara á fólka­tingsv…
Áheitan á allar politsku flokkar­nar frá…
Miðaltøl ella ”outliers”?