Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: sf.fo

Føroyska summarið í bíðistøðu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2021 - 13:27 Leiðarin Mentan

Fyriskipararnir av bæði summarstevnunum, -søkunum og festivalunum standa og bíða. Flestu tiltøkini hjá teimum eru sett á pausu. Orsøkin er savningartilmælið frá Landsstýrinum, saman við koppsetingarkalendaranum. 22. apríl vóru dagfestingar settar á, nær ymisku aldursbólkarnir kundu bíleggja sær tíð til koppseting, og tað er mikið gott, men hvat merkir tað fyri stóru tiltøkini á sumri?

500 fólk kunnu savnast, sigur galdandi tilmæli. Tað er gott fyri til dømis jarðarferðir, fótbóltsdystir, miðnámsveitslur, møtir og líknandi. Men fyri tey heilt stóru tiltøkini er tað langt frá nóg mikið. Fyriskiparin av G!-festivalinum hevur úttalað seg um, at har skulu 3.000 til 4.000 fólk til, allarhelst meira, fyri at teirra festivalur kann mala runt. Norðoyastevnan hongur eisini í einum klønum tráði, serliga dansurin um kvøldið.

Koyrir alt eftir skinnarum, síggja Summarfestivalurin, Ovastevna og Sjómannadagurin út til at hóra undan í ár. Teir liggja allir aftaná fyrstu vikuna í august, tá øll hava havt møguleika fyri at verða koppsett sambært galdandi ætlan. Men stevnurnar í juni og juli eru framvegis í eini bíðistøðu, sum kanska ikki er ótolandi, men sum í øllum førum er órógvandi.

G!-festivalurin hevur sett tíðliga í mai sum evstamark fyri, nær tey skulu gera av, hvørt festivalurin verður endaliga hildin, og fyribils arbeiða tey, sum um at hann verður hildin. Tað fer tí at vera eitt stórt vónbrot, um meldað verður út, at hann ikki kann haldast. Ivaleyst eru nógvar summarstevnur í neyvt sama dilemma, og Landsstýrið er noytt at koma við einum útspæli.

Ein loysn kann vísa seg at vera talgilda koppsetingarpassið, har tey, sum eru liðugt koppsett, fáa eitt skjalprógv, ið so skal vísast fram, har tað verður kravt vegna smittuvanda. Hesin leistur er tann, sum heilt mong onnur lond nýta, men hann hevur vansar við sær. Serliga tann, at øll framvegis ikki eru koppsett, tá tiltøkini verða. Har kundi ein loysn verið, at fólk kundu latið seg kanna, og so fingu eina váttan, ið ikki skal vera meira enn so og so nógvar tímar ella dagar gomul, og sum so kundi verið víst í staðin fyri koppsetingarpass. Hesa loysnina hevur Danmark valt.

Roknast kann eisini við, at mong fór fara at vera varin og afturhaldandi fyrstu tíðina, eisini aftaná at tey eru liðugt koppsett. Tað er bara natúrligt at vilja síggja tíðina ann. Og skrekkurin frá ólavsøku situr ivaleyst enn hjá fleiri. Tískil er tað væl neyvan nakar, ið væntar, at føroyska summarið í 2021 fer at vera fyri fullum útblástri, hvørki tá tað kemur til stóru tiltøkini, ella tá tað kemur til ferðavinnuna. Tey allarflestu vænta eina eitt millumting millum eitt vanligt summar og so ta afturlatingina, sum vit sóu í fjør.

Støðan er langt frá optimal hjá fyriskiparunum, men ongin hevur skuldina av tí. Farsóttir taka ikki fyrilit fyri summarætlanunum hjá fólki. Tí mugu vit bara royna at fáa tað besta burturúr. Landsstýrið eigur í øllum førum næsta leikin, sum er at boða okkum øllum frá, helst tíðliga í mai, hvussu føroyska summarið verður. Fyrst og fremst teir báðir stóru spurningarnir, um størri fólkamongdir kunnu savnast, og hvussu verður við skjalprógvi fyri koppseting, mugu svarast.

(Skrivað týsdagin)

Lýsing
Seinastu tíðindini
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar
Anfinn Í Toft á støð
Morgunmatarborðið veit
Hví eitur býurin Oslo?
Nes kommuna hevur latið inn ferðavinnuæt…
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…