Lýsing
Lýsing
Lýsing

Økja um útboðið av bústøðum

SKRIVAÐ: Uni Rasmussen  |  23.03.2026 - 22:50 Politikkur

Tað verður nógv tosað um trupulleikarnar við ov fáum tøkum bústøðum og hækkandi prísum á sethúsum og íbúðum.

Fyri at bøta um haldføristrupulleikarnar mugu vit tryggja, at tey ungu velja Føroyar til og samstundis tryggja, at tey ungu flyta heim aftur eftir loknan lestur. Økt tilflyting fer at økja um eftirspurningin eftir bústøðum og eisini um prísirnar.

Tað er bert ein møguleiki at fáa nóg nógvar bústaðir fyri ein rímiligan prís, og tað er við at ØKJA ÚTBOÐIÐ. Øll onnur vallyftir, sum snúgva seg um at stuðla keyparum, fara bara at gera keypiorkuna størri og sostatt gera bústaðirnar dýrari.

Vit ynskja, at øll skulu hava møguleikan at fáa sín egna bústað fyri ein rímiligan prís. Hetta skal gerast við at:

· Broyta byggikunngerðina til føroysk viðurskiftir – sum kann hava við sær ein lægri byggikostnað

· Stytta avgreiðslutíðina fyri matrikulering v.m. munandi og soleiðis sleppa undan øllum fløskuhálsum. Soleiðis kunnu fleiri sleppa at byggja, og harvið verður útboðið størri

· Tey, sum fara at byggja, skulu fáa MVG-afturbering heldur enn rentustuðul. Hetta fer at minka munandi um byggikostnaðin og tørvin á eginfígging.

Uni Rasmussen

Valdið til fólkið

- Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
Økja um útboðið av bústøðum
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Fíggjar­lógin er komin á beint
Hví skulu øll integrer­ast?
Fólka­flokku­rin: Valkafé í Skálanum
Vel Fólka­flokkin – eisini á Fólkating!
9 norð­oy­ingar stilla upp til Fólka­tingið
Klaksvíkar kommuna áleggur ikki meir ska…
Nú er stundin at savnast um eina sterka…
JAF kundi tað sama verið ein heilt annar…
Aksel og Beinir samdir um tjóðarsemjuna
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin
Hví velja Miðfloksumboð í løgtingið?
Fólka­flokku­rin vil hava eina betri skatt…
Bíðilistar eru ikki vælferð
Hvarv aktivisman nú úr Løgtingi­num?