Realpolitikkur fram um signalpolitikk
Eg vil vera eitt umboð á Tingi, sum brúkar rationalitet og logikk at hugsa við, og ikki letur seg stýra av kenslum og útlendskum politiskum rákum. Føroyar eiga at vera stýrdar av realiteti, ikki av idealismu og puristiskum rákum úr útlondum.
Seinastu árini hava vit í vesturheiminum sæð eitt politiskt rák, har ideologiskir tankar ofta fylla meira enn realistiskar langtíðar loysnir ella ætlanir. Hetta rákið sæst eisini aftur í politiska landslagnum í Føroyum.
Eitt dømi er veðurlagslógin, sum varð borin niðan í tingið fyri kortum. Í hesi lóg bindur Føroyar seg til eitt netto-null útlát í 2050. Tað er sjálvandi týdningarmikið at verja umhvørvið, men slík mál eru fullkomliga órealistisk, sum støðan við grøna orkuskiftinum er nú. Samstundis er tað sannlíkt, at elprísirnir koma at hækka og økja um útreiðslurnar hjá brúkarunum.
Vit síggja eisini hetta sama rák í ymiskum stuðulsskipanum. Til dømis fáa el-bilar stuðul í vegskattinum fyri at vera grønir. Samstundis er veruleikin tann, at elbilar eru dubult so tungir sum vanligir bilar og tí eisini slíta vegirnar nógv meira. Alt hetta er bert politikkur, sum ikki kemur frá vælgrundaðum, logiskum, argumentum, men er heldur grundaður á ideologisk idealir.
Tá hugsað verður um uttanríkis politikk, sæst sami trendur. Ætlanir hava verið frammi um at kvetta fiskiveiði avtaluna við Russland. Slíkar ørvitis hugsanir høvdu hvørki gjørt til ella frá hjá russarum, men høvdu hinvegin gjørt óbótaligan skaða á familjur í útnyrðings Føroyum. Hetta er politikkur uttan jørðsamband, sum kann samanberast við at skjóta seg sjálvan í fótin í einari roynd at gera øðrum manni mein.
Samanumtikið síggja vit eitt rák sum bert er høpisleysur signalpolitikkur. Hetta kemur ikki at gera Føroyar til eitt betri land at búgva í. Tvørtur ímóti, skaðar hetta einstaka føroyska borgaran fíggjarliga, um politiska skipanin letur seg stýra av hesari skilaleysu rørsluni.
Eg vil vera eitt umboð á Tingi, sum brúkar rationalitet og logikk at hugsa við, og ikki letur seg stýra av kenslum og útlendskum politiskum rákum. Føroyar eiga at vera stýrdar av realiteti, ikki av idealismu og puristiskum rákum úr útlondum.
Góði veljari – vel ein Hermann.
Hermann R. Samuelsen
Valevni fyri Sambandsflokkin