Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðavinnan – ein stórur møguleiki

SKRIVAÐ: Fía Selma Nielsen  |  23.03.2026 - 14:00 Politikkur

Útbúgvingarnar, sum geva arbeiðsmøguleikar í Føroyum og menna vinnuna.

Ungdómurin er okkara framtíð, og tí mugu tey ungu hava góðar møguleikar at útbúgva seg. Góðar umstøður til útbúgving, lærupláss, virkni og frælsi er okkara mál fyri ungdómin.

Á Miðnámi í Vestmanna kanst tú lesa til ferðaleiðara. Á hvørjum ári taka umleið 30 fólk hesa útbúgving.

Sambært seinastu ársfrágreiðing hjá Visit Faroe Islands vóru í 2024 130.000 útlendsk ferðafólk í Føroyum. Innkomandi ferðavinnan skapti 690 ársverk, og umsetningurin av ferðavinnuni var 1.002 mió. kr.

Nógv ferðafólk hava útlendskan ferðaleiðara við sær og hoyra føroysku søguna frá øðrum enn okkum føroyingum.

Ein rík mentan er besta amboðið til at stimbra tilvitið um føroyska samleikan. Tað ræður um at styrkja hugin, gávurnar og møguleikarnir til at útinna mentanarligt virksemi. Stórur partur av ferðavinnuni í Føroyum snýr seg um at gera vinnuveg burtur úr okkara ríku mentanarsøgu.

Í eini vaksandi ferðavinnu meti eg, at tað er ov lítið einans at útbúgva umleið 30 ferðaleiðarar árliga.

Tað almenna skal tryggja karmarnar og virka sum grundarlag undir vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri, bæði fyri smærri og størri vinnurekandi.

Fólkaflokkurin ætlar at:

· kreativu og handaligu lærugreinarnar í fólkaskúlanum skulu styrkjast

· vit sum sjálvstøðugt fólk skulu hava kunnleika til okkara livandi søgu, føroyskan dans, myndlist, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap

· miðnáms- og framhaldsútbúgvingar skulu lagast til føroyska vinnu- og tænastutørvin, og handverkaraútbúgvingar skulu uppraðfestast í samráð við vinnuna

· vit skulu menna Fróðskaparsetrið og aðrar hægri útbúgvingar við atliti at arbeiðsmøguleikum í Føroyum og menna vinnuna, t.d. útbúgvingar í sølu, framleiðslu og í tí maritima

· tað altíð skal loysa seg at arbeiða – eisini um ein hevur hug at arbeiða, ímeðan ein er lesandi

· vit skulu hava greiðari ferðavinnupolitikk, sum er fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt burðardyggur.

 

Vel ein sterkan Fólkaflokk

XA – Fía Selma Nielsen

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin
Hví velja Miðfloksumboð í løgtingið?
Fólka­flokku­rin vil hava eina betri skatt…
Bíðilistar eru ikki vælferð
Hvarv aktivisman nú úr Løgtingi­num?
Ferðavinnan – ein stórur møguleiki
Fiska, ímeðan fiskur er!
Ódámlig og óvirðilig útlendsk uppíblandi…
Eitt hjartasuff
Hvussu við tónleiki og mentan?
Barsilsfar­loyvi uttan inntøkumiss
Við mínum drúgvu royndum - bæði politisk…
Kappast um at dagføra Haraldssundsbyrgin…
Sjálvandi eiga øll at fara á fólka­tingsv…
Áheitan á allar politsku flokkar­nar frá…
Miðaltøl ella ”outliers”?
Konfirmantar í Christians­kirkjuni pálmas…