Lýsing
Lýsing
Lýsing
Politikararnir, ið hava sitið tey seinastu 40 árini, hava ikki givið hesum trupulleikanum gætur. Men nú skal tað vera!, søgdu fleiri valevni í Varpinum í gjár.

Kappast um at dagføra Haraldssundsbyrgingina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.03.2026 - 12:01 Politikkur Tíðindi

Byrgingin millum Borðoynna og Kunoynna varð gjørd sum ein fyribilsloysn í 1986, men síðani tá hevur hon bara ligið har í 40 ár; hon fór í gloymskuna fyri politikaranna viðkomandi. Inntil í gjár. Politiskt lyfti varð givið í Varpinum í gjár um, at nú verður farið í holt við at dagføra byrgingina.

Á valfundinum í í Varpinum í gjár kom byrgingin til og úr Haraldssundi fleiri ferðir upp at venda, og politikarar vóru á einum máli um, at tað er átrokandi at fáa hana gjørda. Umboðið hjá Sjálvstýri segði byrgingina vera størstu politisku skommina í Norðoyggjum yvirhøvur, og eftir eina heldur lunkaða byrjan upp á kjakið tosaðu politikarar seg heitar um, at í komandi valskeiði skuldi hon fáast í rættlag.

So gott er í væntu fyri kunoyingar og haraldssundsfólk, umframt øll onnur, ið ferðast hin vegin, um tað væl at merkja er álítandi, sum politikararnir siga. Er tað tað, verður byrgingin dagførd í komandi valskeiði, ið er frá 2026 til í seinasta lagi 2030.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiska, ímeðan fiskur er!
Ódámlig og óvirðilig útlendsk uppíblandi…
Eitt hjartasuff
Hvussu við tónleiki og mentan?
Barsilsfar­loyvi uttan inntøkumiss
Við mínum drúgvu royndum - bæði politisk…
Kappast um at dagføra Haraldssundsbyrgin…
Sjálvandi eiga øll at fara á fólka­tingsv…
Áheitan á allar politsku flokkar­nar frá…
Miðaltøl ella ”outliers”?
Konfirmantar í Christians­kirkjuni pálmas…
SÍ vann 3-2 á Mjølni í fyrstu FM-finalun…
Valkafé'irnar lata upp kl. 18 í kvøld
Myndarøð: Valfundur í Varpinum
Sí valfundin her
Hava tit sæð plakatir­nar hjá mær?
Bústaðarneyðin krevur handling – ikki ba…
Meira stýr á skermnýtslu
Gransking av rørslu gevur haldføri
Tilflytara­politikkur