Lýsing
Lýsing
Lýsing

SÍ vann 3-2 á Mjølni í fyrstu FM-finaluni hjá monnum

SKRIVAÐ: FBF  |  23.03.2026 - 10:28

Polestar-deildin, fyrsta FM-finala:

SÍ – Mjølnir 3-2 (25-15, 17-25, 23-25, 25-12 og 15-13)

Menninir hjá SÍ vunnu í dag 3-2 á Mjølni í fyrstu FM-finaluni, sum varð spæld á Giljanesi.
 
Spælið hevur mangan verið betur, men fimmsettarar er tó altíð spennandi, hóast tey einstøku settini í dag vantaðu spenning.
 
SÍ vann lættliga fyrsta settið 25-15, áðrenn Mjølnir líka lætt vann 25-17 og 25-23 í øðrum og triðja setti. Síðan sveiggjaði pendulið aftur hinvegin, og SÍ vann fjórða settið 25-12.
 
Í javnbrótaranum var støðan 6-6, tá ið SÍ mest sum avgjørdi dystin við at vinna fimm bóltar á rað og leggja seg á odda 11-6 og síðani 14-11. Mjølnir yvirlivdi teir tveir fyrstu dystarbóltarnar, men tann triðja sló venesuelski Jhonlenn Cruz Barreto Pena í blokkin hjá Mjølni og í gólvið, so SÍ vann 15-13.
 
Onnur FM-finalan verður spæld í Klaksvík mikukvøldið. Vinnur SÍ, so er SÍ føroyameistari. Vinnur Mjølnir, so verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi næsta leygardag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvandi eiga øll at fara á fólka­tingsv…
Áheitan á allar politsku flokkar­nar frá…
Miðaltøl ella ”outliers”?
Konfirmantar í Christians­kirkjuni pálmas…
SÍ vann 3-2 á Mjølni í fyrstu FM-finalun…
Valkafé'irnar lata upp kl. 18 í kvøld
Myndarøð: Valfundur í Varpinum
Sí valfundin her
Hava tit sæð plakatir­nar hjá mær?
Bústaðarneyðin krevur handling – ikki ba…
Meira stýr á skermnýtslu
Gransking av rørslu gevur haldføri
Tilflytara­politikkur
Veðrið í vikuni
3. Gullbeini
SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímót…
Klárt til almennan valfund í Varpinum í…
Klaksvíkar Billard­felag føroyameistari
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…