Lýsing
Lýsing
Lýsing
Oljuhavnin á Grótrætt | Mynd: Magn

Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri 50 mió. kr.

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.03.2026 - 15:41 Tíðindi Vinna

Vit byggja fýra nýggjar oljutangar á Grótrætt. Vit eru sera spent upp á hesa verkætlan, sum er ein av teimum størstu íløgunum í 100 ára søguni hjá Magn, sigur Suni Justinussen stjóri í Magn við Norðlýsið

 

Talan er um tveir gassolju tangar, sum koma at taka samlagt 6 mió. litrar og tveir bensin tangar, sum samanlagt taka 1,5 mió. litrar. Eftir hesa umbygging, so kemur goymslu kapasiteturin á Grótrætt at vera: 9 mió. litrar av gass olju, 1,5 mió litrar av bensin og 1 mió. litrar av diesel, upplýsir Suni Justinussen.

Ætlanin er at fáa alt arbeiði liðugt í 2027 og kostnaðurin liggur um 50. mió kr. Vit fara at bjóða lendis arbeiði út innan nakrar dagar. Vit hava havt gott samstarv við Klaksvíkar kommunu um verkætlanina, sigur Suni.

Tað verður fylt út millum kai endarnar, so skip liggja betur, og so tað er lættari at fáa vøru úr og í skipini, sigur Magn stjórin.

Vit eru sera spent upp á hesa verkætlan, sum er ein av teimum størstu í løgunum 100 ára søguni hjá Magn, sigur Suni Justinussen stjóri í Magn at enda við Norðlýsið.
 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…