Klaksvíkar kommuna áleggur ikki meir skatt enn brúk er fyri
Tað passar ikki, sum ein býráðslimur í lesarabrævi herfyri ákærdi kommununa fyri, at kommunan tekur meir inn í skatti frá borgarum sínum, enn hon hevur brúk fyri. Hesum kann eg greitt og staðiliga afturvísa, tí kommunuskattaprosentið verður sett neyvt út frá eini meting av væntaðum útreiðslum og inntøkum
Fyri nøkrum døgum síðan skrivar býráðslimurin hjá Fólkaflokkinum, Fríðin Ziskason, eitt lesarabræv í Norðlýsið við yvirskriftini «Óseriøs valevnir úr Klaksvíkar býráð», har hann fyri tað fyrsta fer eftir teimum trimum býráðslimunum, Anfinn í Toft, Sylviu Thomsen og Hermann Samuelsen. Síðan ákærir býráðslimurin Klaksvíkar kommunu fyri at krevja alt ov nógvan kommunuskatt inn og vísir síðan á, at «hetta er beinleiðis ólógligt»!
Eg fari ikki at hjálpa teimum trimum uppstillaðu býráðslimunum at svara fyri seg, tí tað megna tey væl sjálvi.
Hinvegin kann eg sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu ikki lata tað standa ósvarað, sum býráðslimurin ákærir kommununa fyri, tí talan er um rímiliga ógvusligar ákærur, ið kunnu skaða umdømi kommununnar. Lesarin, sum ikki hevur innlit í fíggjarviðurskiftini hjá kommununi, hevur jú ikki grundarlag til at kunna síggja, at talan her er um ógrundaðar ákærur, sum hesin býráðslimurin sleingir út alment.
Kommunuskattaprosentið neyvt ásett
Kommunustýrislógin ásetur greitt mannagongdirnar fyri, hvussu ein kommuna skal leggja sína fíggjarætlan, herundir hvussu hon skal áseta kommunuskattaprosentið og barnafrádráttin, og sum borgarstjóri kann eg vissa borgararnar í kommununi um, at Klaksvíkar kommuna fylgir øllum hesum lógarásettu mannagongdum, tá ið hon á hvørjum ári ásetur skattaprosentið.
Hetta verður alt gjørt eftir eini fast lagdari mannagongd, har kommunan fyrst leggur fíggjarkarmarnar fyri komandi árið, síðan verða væntaðu rakstrarútreiðslurnar fyri komandi árið ásettar út á hvørt einstakt rakstrarstað, íløgutørvurin verður lýstur og kostnaðarmettur, og út frá hesum metingum verður roknað út, hvussu høgt kommunuskattaprosentið má vera, fyri at kommunan skal megna at gjalda tað, sum kommunan kostar at reka í tí komandi árinum.
Eg kann tí greitt og staðiliga afturvísa, at her er talan um nakað avlop, sum kommunan planleggur at taka ov nógv inn frá sínum borgarum – als ikki! Tvørturímóti er talan um eina drúgva tilgongd við viðgerðum í øllum býráðsnevndum, fíggjarnevndini og til seinast í Klaksvíkar býráð, sum í tveimum umførum samtykkir ta samlaðu fíggjarætlanina og út frá hesum ásetur neyvt tað kommunuskattaprosent, sum krevst fyri at hava fígging til alt tað, sum kommunan tekur sær av.
Sostatt er tað ikki í samsvari við veruleikan, sum býráðslimurin skrivar í almennum lesarabrævi um okkara kommunu, og tí kenni eg tað sum mína skyldu og ábyrgd sum borgarstjóri at afturvísa ákærunum líka alment, sum tær eru settar fram – tað er við hesum gjørt.
---
Vit eiga eina góða kommunu, sum hevur sera nógv at bjóða sínum borgarum, og eitt lokalsamfelag, sum er vert at menna og fjálga um.
Síðan Føroyar blivu skipaðar sum eitt løgtingsvaldømi, eru vit borgarstjórar teir einastu lokalt valdu, fulltíðar politikararnir, sum eru eftir. Tó royna allir politiskir flokkar at stilla upp góð valevni her í lokalsamfelagnum.
Til hetta løgtingsvalið kunnu vit fegnast um, at allir flokkar hava góð lokal valevni, og vil eg at enda heita á allar borgarar í øllum flokkum um at hava lokalsamfelag okkara í huga, tá ið krossurin skal setast til løgtingsvalið.
Klaksvík, 23. mars 2026
Karl Johansen
Borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu