Lýsing
Lýsing
Lýsing

Silvarenningin verður í morginári

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  11.06.2021 - 10:45 Ítrottur Tíðindi

Árliga Silvarenningin, sum bleiv útsett fyrr í vár, verður hildin í morginári kl. 11.00

Leygardagin 12. juni kl. 11.00 skipar fyri Treysti árligu Silvarenningini. Hendan renningin hevur altíð verið hildin tætt uppá stovningardegnum hjá Treysti, sum er 23. mars. Í fjør bleiv ongin Silvarenning vegna Korona.
Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir. Norðoya Sparikassi letur heiðursmerkir til øll børnini, sum koma á mál. Handað verður so hvørt børnini koma á mál.

Tilmelding fer fram við deildini hjá Norðoya Sparikassa leygarmorgunin 12. juni millum kl. 10.00 og 10.45. Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn. 

Skráin fyri renningina sær soleiðis út:

10.00-10.45 Tilmelding í deildini hjá Norðoya Sparikassa
11.00 Gentur & Dreingir f.2015 ella seinni – umleið 425m 
11.10 Gentur & Dreingir f.2013-2014 – umleið 425m 
11.20 Gentur & Dreingir f.2011-2012 – umleið 425m 
11.30 Gentur & Dreingir f.2009-2010 – umleið 850m
11.35 Gentur & Dreingir f.2005-2008 – umleið 850m 

Startur og mál verður uttanfyri deildina hjá Norðoya Sparikassa.

Rutur:
Børnini renna ávikavist 1 og 2 umfør runt um Akursmørk.

Luttøkan plagar at verða góð, og tað vónar Treysti aftur hesuferð, og Silvi vónar eisini at síggja nógvar bæði smáar og størri rennarar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torrablaðið í gerð
BÓNUS steypafinalur fyri yngri leikarar…
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online