Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fleiri kaldir dagar í vikuni og kalt. Mikudagin er væntandi stormur í miðalvindi av norði. | Mynd: Pól Sundskarð - www.pol.fo

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.11.2021 - 19:46 Tíðindi Veðrið

Í vikuni fara tvey lágtrýst at koma á okkum. Tey ferðast eitt norðan fyri Føroyar, og vit fara tí at merkja økið sunnan fyri miðjuna og baksíðuna á báðum. Tað er í baksíðuni, at kalda veðrið er. Tað fyrra lágtrýstið er djúpt, og nógvur vindur er rundan um tað.

Ringasta løtan til veður er mikdagin seinnapartin. Tá er stormur í miðalvindi av norði.

Veðrið í vikuni - dag fyri dag:

Mánadag: útnyrðingur vestan um morgunin og fyrrapartin, 13 til 18m/s. Seinnapartin útsynningur vestan, og vindurin minkar niður í 10 til 15 m/s. Skýggjað og fyritað mesta turt, tó løtur við ælingum.

Hitin fer at liggja um 8-9 stig.

Týsdag: Útsynningur, 10 til 15 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt.

Hitin fer at liggja um 9-10 stig

Mikudag: Útsynningur vestan, 13 til 18 m/s; út á fyrrapartin 15 til 20 m/s. Nakað eftir middag gongur hann upp í norðan, og vindurin veksur upp í 20 til 25 m/s. Hetta er stormur í miðalvindi. Mikudagurin seinnapartin fer at vera ringasti dagurin í vikuni, tá ið tað kemur til veður.

Út á kvøldið minkar hann aftur vindin. Á midnátt eru 13 til 18 m/s. Fyrrapartin regn ella ælaveður, men sum tað líður út á fyrrapartin, er avfallið kavi.

Hitin fer at kava úr 9 stigum niður í 3 stig.

Hósdag: Hósnátt minkar vindurin nógv, og um morgunin er ættin komin niður í útsynning, 3 til 8 m/s. Um kvøldið er hann farin uppaftur í norðan, framvegis lítil vindur, um 5 til 10 m/s. Turt fyrrapartin, men regn eina løtu seinnapartin.

Hitin fer at liggja um 2-4 stig.

Fríggjadag: Útnyrðingur norðan, 5 til 10 m/s. Allan dagin kavaæl.

Hitin fer at liggja um 2-4 stig.

Leygardag: Norðan ella útnyrðingur norðan, 3 til 8 m/s. Kavaælingar allan dagin.

Hitin fer at liggja um 1-3 stig.

Sunnudag: Norðan ella landnyrðingur norðan, 3 til 8 m/s. Kavaælingar allan dagin.

Hitin fer at liggja um 1-3 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Valfundur í Varpinum
Sí valfundin her
Hava tit sæð plakatir­nar hjá mær?
Bústaðarneyðin krevur handling – ikki ba…
Meira stýr á skermnýtslu
Gransking av rørslu gevur haldføri
Tilflytara­politikkur
Veðrið í vikuni
3. Gullbeini
SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímót…
Klárt til almennan valfund í Varpinum í…
Klaksvíkar Billard­felag føroyameistari
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…