Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fólkaskúlalærarar á dátuskeiði Í fremru røð, Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, Michael Matras, Maria í skorðini og Jez Løvendal frá Danisco. Aftanfyri, Símin Petur Hjelm og Sámal júst Dahl. Á borðinum eitt ABC80 tastatur, ein diskettustøð nærmast øskubikarinum og ein Microline 82 printari. Diskkettustøði og mikroline 82 printarin eru 2. ættarlið. Myndin er frá 1982. | Mynd: Mynd: Oliver Joensen

Nýggja Com-Data 40 ára minningarritið er sera forvitnisligt

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.11.2021 - 15:32 Mentan Myndarøð Tíðindi

60 ára gamli journalisturin, bankamaðurin við fleiri øðrum heitum, Kári Mikkelsen, hevur saman við millum øðrum Líggjasi í Bø, Símun Pauli Konoy, Olivur Thomsen, Jógvan Eliasen og øðrum, savnað saman eitt sera forvitnisligt 40 ára minnisrit um Com-Data.

Felagið, ið kom á vinnulívs himmalhválvið, sum eitt stjørnuskot og sum hvarv líka skjótt, eftir at hava verið í fremstu røð innan tøkniliga framburðin her á landi, á sjógvi og í londunum kring um okkum.

Nú eg havi lisið bókina, kann eg ikki annað enn gleðast um at síggja á prenti, allan tann ótrúliga framburðin, sum Com-Data hevur verið fyri okkara vinnulív.

Spennið hevur verið stórt, frá at byrja sum bókhaldsvirkið til at stýra fiskivinnuni, bæði á landi og á sjónum, er so ótrúligt at tað illa kann sigast frá.

Tað má hava verið sera trupult hjá rithøvundanum, at avmarkað seg  til knappar 200 síður.

Tá eg tí havi lisið bókina og samstundis havi havt tætt samstarv til Com-Data líka síðani fyritøkan kom á “computara” banan, sum vit nevndu telduna tá, so kann eg ikki lata vera við at hugsa aftur á týdningin fyritøkan hevur havt fyri menningina hjá vinnulívinum í Klaksvík.

Bara hjá Norðlýsinum var Com-Data við til stóra kollvelting. Norðlýsið var útgjørt við dýrum reprokamera, setimaskinum, framkallitólum, av handa slag, til myndir, filmir og sats. Her arbeiddu setarar, umbrótarar, reprofólk og fotografar.

Stóra broytingin, sum hendi her á fyritøkuni var, tá John William byrjaði at bróta Norðlýsið um á síni Hewlet Packard teldu frá Com-Data við einum Page-Maker programmi.

Jú vegurin hevur verið spennandi og vit hava verið ígjøgnum nógva ymiska tøkni til vit í dag næstan kunnu gera alt á eini teldu. Á vegnum hevur Com-Data verið ein sera umráðandi veitari hjá okkum.

Sjálvur arbeiddi eg nakrar tímar um dagin í fólkaskúlanum í 70-unum og 80-unum. Millum annað fall tað í mín lut, at taka mær av at undirvísa í “Datalæru” í 9. og 10. flokkunum. Vit fingu ABC80 teldur í vóru 16 ella 32 K til støddar. Tær høvdu ikki megna nógv í dag, nú ikki verður tosað um kilo longur, men um mega, tetra ella tað sum størri er.

Á gomlu myndini, sum er við her, síggjast lærarar á telduskeiði á Ziskatrøð í 1982. Tað var soleiðis, at eg saman við Com-Data og Norðoya Sparikassa fekk eitt skeið upp at standa. Jez Løvendal frá Danisco í Danmark kom upp at undirvísa. Hann segði okkum, at tað ráddi um at læra skúlanæmingarnar at rorrita. Ongi tøk forrit vóru tá í tíðini til teldurnar, uttan kanska at ein tennisbóltur kundi fáast at hoppa aftur og fram á skerminum, alt annað forðaði støddin 16K fyri.

Í dag verður tosað um ótrúligar møguleikar, ið skjótt verða tøkir á netinum. Møguleikar har vit at kalla kunnu vera til staðar alla staðir kring knøttin.

Bókin er væl úr hondum greidd og lýsir væl, at tað ber til hjá okkum her á landi, at gera okkum galdandi innan tøkni, bert vit hava hugflogið og áræðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB