Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magni Arge í Fina-støðini

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  25.02.2022 - 16:39 Eldri tíðindi Mentan Tíðindi

Undir heitinum, tænti í Ónagerði og búsettist í Oregon, greiddi Magni Arge hugtakandi frá á Torraskránni í gjár, hvussu USA hevði ment seg til eina stórtjóð við hópin av niðursetufólkum

Símun Hansen skrivar í bókini um Fugloy, at Sunnuva Margretha Henriksen, fødd í 1849 fór til Amerika og giftist har, og síðani frættist onki frá henni.

Men soleiðis er ikki longur, tí í dag vita vit meiri um lagnuna hjá bæði Sunnivu Margrethu og soninum Jákup Henry, sum hon átti uttan fyri hjúnalag í 1875.

Millum annað hesa søguna greiddi Magni Arge frá og um aðrar føroyingar og norðoyingar, sum fluttu vestur um hav til Amerika frá 1850 til seinna heimskríggj endar.

Yvirlit

Í skjótum yvirliti varð greitt frá, hvussu indianskir ættarbólkar búðu um alt kontinentið, áðrenn hvíti maðurin kom, og at um 1500-talið komu spaniólar í land sunnanfyri og á vesturstrondini.

Í 1600-talinum tóku fransmenn land í Kanada og í Louisian (New Orleans). Onglendingar tóku land á Eysturstrondini (New England), meðan hálendingar og sviar settu seg niður við New York og Delaware

Í 1700 búðu 250.000 fólk í Amerika, í 1800 5 milliónir fólk – og í 1820 og fram er stór innrás úr Europa frá m.a. Bretlandi, Írlandi, Týsklandi og Noregi.

Flytingarnar til “lovaða landið” tak dik á seg og eru í hæddini um 1900, tá ið niðursetufólkini í USA telja um 75 milliónir fólk.

Sunniva

Sunniva Margretha Henriksen úr Fugloy, er fødd í 1849. Hon tænti hjá Feilberg, presti í Ónagerði á Viðareiði og eisini seinni í Ringive, tá ið hann flytir niður aftur til Danmarkar.

Hon eigur sonin Jákup Henry í 1875 í Danmark. Giftist fráskildum manni, Peter Nielsen í 1878, sum seinni doyr.

Sunniva flytir til Amerika í 1885 og búsettist í Oregon og giftist uppaftur í 1886. Hon hevði samband heim í 1891. Seinni fær hon eina dóttir, Emmu og giftist fyri triðju ferð í 1909.

81 ára gomul doyr Sinniva í 1930 og eru nógvir eftirkomarar eftir hana.

Hugtakandi var at lurta eftir og kom mangt og mikið meira fram í fullsettu Fina-støðini, sum egnar seg sera væl til slíkar framløgur og hugnaløtur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS