Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Eingin veit á morgni, hvar hann á kvøldi gistir!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  01.03.2022 - 14:57 Bloggur Politikkur

Soleiðis tóku tey gomlu til um framtíðina. Onnur minntust kanska í hesum sambandi orðini hjá sálmaskaldinum Ingemann, tá hann sigur: Dog ingen kender dagen, før solen gaar ned!

 

Fyri tveimum árum síðani vóru vit knappliga á einum vegamóti, sum kom heilt óvart á okkum øll – Corona stóð knappliga í durunum, og neyvan hevði nakar av okkum hevði eina hóming av hvat ið var í vænti, Summi søgdu at talan bara var um eitt upplop ella nos, onnur at alt fór at vera yvirstaðið um tríggjar mánaðir. Coronabylgjurnar prógvaðu fyri okkum, at tað er sera torført at spáa um frammtíðina, og at tað er enn torførari at byggja eitt skip meðan skipið siglir. Aftaná eru vit øll vorðin so klók, men noyðast kortini at sanna, at ongin kennir dagin fyrrenn við dagslok!

Hósmorgunin stóðu vit enn einaferð á einum vegamóti, sum ikki átti at komi óvart á okkum. Nú var orsøkin ikki ein flogmúsalortur í Kina, men sjálvur russiski forsetin, sum av sínum eintingum hevði gjørt av at leypa á eitt grannland við miklari hermegi. Ukraine segði kjarnorkuvápnini frá sær afturfyri at gerast eitt sjálvstøðugt ríki, og varð hettar gjørt í sátt og semju við Russland. Men, Putin heldur eftir øllum at døma, at hann ikki nýtst at halda slíkar avtalur!

Okkurt bendir á, at russiski forsetin hevur gloymt, at eisini einaræðirharrar kunnu tamba síni mørk ov vítt. Hann hevur verið einaráðandi so leingi, at hann hevur goymt hvussu tað er at lurta eftir øðrum. Annars var hann kendur fyri at vera ein gløggur skurkur, sum royndi at trýst mørkini, men sum kortini visti hvat ið var møguligt, og hvat ið ikki bar til. Hann hevur, eftir góðum gomlum russiskum siði, beint fyri allari innanhýsis mótstøðu, og tá hann tambaði vøddarnar mótvegis grannalondunum Krim og Georgien, so lat veturheimurin, við Obama á odda, hann fáa frið til tess.  Og aftaná Obama fekk hann ein beinleiðis fjeppara í nýggja amerikanska forsetanum Trump! Ei undur í, at hann heldur at alt ber til.

Tættir eygleiðarar meta, at hin áður so kaldi og kalkulerandi leiðarin er um at hava mist tamarhaldið á sær sjálvum. Hansara tulkingar av russisku søguni, og søguni hjá grannalondunum, tvíhaldanin um fólkadráp í Eysturukraina og nazi hóttanirnar úr Ukraina, sum ST kanningar ikki meta hald at vera í, eru kanska tekin um, at hann trýr sínum egnu lygnum, og tá er vandi á fer! Her er ikki bara talan um propaganda, uppfunnið til høvið, men um ein sinnisbrekaðan mann!

Nógvir eygleiðarar hava fest seg við tað hann segði í røðuni hósmorgunin tá hann setti hersetingina í verk.  Hann segði, at um um eitt natoherfólk setur ein fót á Ukrainska jørð, so fer hann at seta tiltøk í verk, um ongin enn hevur ímynda sær. Og hvørji eru so hesi tiltøkini, sum ongin enn hevur ímynda sær? Eygleiðarar meta, at her er talan um kjarnorkuvápn!  Er talan bara um ógvusligar hóttanir, ella ætlar hann veruliga at nýta kjarnorkuvápn fyri at fremja sínum vilja í einum landi, sum við Tjernobyl sanniliga hevur fingið smakkin av kjarnorku at kenna? Ongin veit hvat ið veruliga gongur fyri seg í grúkinum á Putin, uttan kanska hann sjálvur. Men, um hann nú hevur mist tamar haldið á sær sjálvum, so er tað ikki gamansleikur.

Biden og NATO leggja stóran dent á, at tey ikki fara inn í Ukraine við hermegi, fyrst og fremst tí at NATO er ein verjusamgonga og ikki ein álopssamgonga, men helst eisini tí, at tey óttast fylgjurnar av at flyta herfólk inn um Ukrainska markið – og at Putin kann fara at nýt ræðsluvápnið yvir øllum ræðsluvápnum. So kann lesarin spyrja um tað nú er neyðugt at mála sjálvan illamann á veggin?  Kanska, kanska ikki – men hví ikki siga sum er?

Vesturheimurin hóttir í staðin við fíggjarligum tiltøkum móti Russlandi. Eg eri spentur uppá at vita, um tað nú gerst ein veruleiki? Tí, tey sum sita tungt á pengakassunum, hava altíð øðiliga ilt í pengunum, og finna næstan altíð onkrar geirar undir radaranum, um tey skulu flyta pening kortini. Tað er lítið ið bendir á, at fíggjarlig móttiltøk hava haft nakra ávirkan, uttan at seiðpína vannliga borgaran. Og verulig fíggjarlig tiltøk móti Russlandi verða eisini sera pínufull hjá einstaklinginum í veturheiminum, við hækkandi orkuprísum og feløgum, sum møguliga fara á húsagang. Ukrainar noyðast í meðan at bøta við tí frælsinum tey hava longst eftir, og tey seinastu hava neyvan latið lív enn í russisku royndunum at gera Ukraine til eitt ”vápnafrítt øki”.

Livst so spyrst! Tað einasta vit vita júst nú, tað er at ongin veruliga  veit hvat morgindagurin bjóðar. Kanska er bara talan um eitt nos? Men, spyrt tú meg, so vænti eg ikki at tað verður kyrt í bræði.

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði