Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóhanna helt Norðoyastevnurøðuna

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  29.05.2022 - 17:35 Eldri tíðindi Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ein rættiliga stór og prýðilig skúðgonga, sum í dag fór úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún, har Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airwais helt Norðoyastevnurøðuna.

Klaksvikar Hornorkestur, skótar, bý- og bygdaraslimir saman við einum rættiliga stórum hópi av ítróttarfólki  gingu á ádda heim í Vágstún, har Jóhanna á Bergi, stjóri helt Norðoyastevnurøðuna.

Eftir røðuna hevði býurin og skráin nógv ymiskt at bjóða.

Her niðanfyri verður røðan hjá Jóhanna á Bergi, stjóa á Atlantic Airwais endurgivin

Góðan dag og góða norðoyastevnu.

Vit kunnu fegnast um at hittast aftur aftan á Koronu  - og hóast kríggj í Evropa og ófrið manga staðni kring heimin, er gott við einum andarhaldi saman við familju, vinum og kenningum at hátíðarhalda ta góðu løtuna, góða løtan nú er Norðoyastevnan við øllum tí hon bjóðar fram av gaman og álvara.

Barnið, bergið og blómurnar er heiti á yrking við 9 ørindum eftir Karstin Hoydal (f. 1912)

Henda yrking kom fram í hugan í samband við Klaksvík og fólkið her, og skal eg lesa brot úr hesi yrking:

Vilt tú eiga blómurnar, eingin annar eigur,

Gakk so djarvur huga tíns brøttu bjargaleiðir.

 

Sortugrøs og hjálpirót, út av torvu hanga,

Fagrast eru blómurnar, har ringast er at ganga.

 

Klívir tú, og klintrast tú, allar leiðir finnur.

Upp og niður, inn og út, størri fong tú finnur

 

Kanska nøgd av blómum tá, fært tú saman streva,

Nógvar ferðir fagrari, enn nakað kann tær geva.

Hesi orð sipa til tann einstaka um at vága, at sleppa tí trygga og kenda, at strevast fyri at náa einum kanska ókendum endamáli, men hava hugsjónir og miðvísar dreymar um blómur, ið eru fagrar, hóast torført er at ganga leiðina har tær vaksa. Í Klaksvík hevur altíð ONKUR gingið undan, ið hevur slóðað fyri til gagns fyri fólkið her og landið alt. Í yvirførdum týdningi, kunnu blómurnar verða myndamál um fisk, vinnu, skip, ítrótt, alskyns list, umframt fólksliga mentan á bæði andliga og tímiliga økinum. Í hesum: at hava hugsjónir, tað at vága og at standa saman, hevur verið og er nakað sum sanniliga hevur eyðkent fólkið her býr – soleiðis at bæði børn, ung og gomul, trívast í hesum staði.  

Vit eru øll so ymisk, og tó hava flest av okkum her, tað til felags, at vit hava Føroyar sum okkara snúningsdepil og hava valt Klaksvík og norðoyggjar sum miðdepil í tilveru okkara. Tað er hugaligt og áhugavert at verða ein av uml. 6400 íbúgvum í Norðoyggjum. Eisini er tað serstakt at vera ein av uml. 54 000 íbúgvum, sum búleikast í Føroyum - og at verða ein av, er mær sagt, uml. 120 000 føroyingunum, ið hava búð á hesum oyggjum síðani landnám.

Eitt orðatak sigur: “sami gimsteinurin er ymiskur frá ymiskum sjónarhornum” vit eru øll so ymisk og hava fjølbroyttar uppgávur, hetta hevur stóran týdning fyri okkara land og lokala samfelag, at øll hvør einsæris mynda tað á sín hátt, hetta skapar eina góða heildarmynd.

Sangurin hjá Steintór Rasmussen “Eftir Klaksvíksvegnum” lýsir so ómetaliga væl huglagið í Klaksvík – “ein heimur við nógvum andlitum” “tað er her vit skulu liva, tann rættin eiga øll, sjálvi laga varðarnar og flyta hugans fjøll”  … sangurin leiddi meg eisini aftur til, tá ið eg flutti til Klaksvíkar – Árið 1999 varð KÍ bæði føroyameistari og steypavinnari hjá monnum í bestu deiltini og tað bleiv “marsjera” eftir Klaksvíksvegnum við “manér” – Fyrstu ferð eg “masjeraði” eftir ein fótbóltsdyst var í Barcelona í 1994 eftir dystin millum Barcelona og Real Madrid - Barcelona við m.a. Michel Laurup á odda vann dystin og sóu viðhaldsfólkini hetta sum eitt tekin uppá at nú skuldi loysast … slagorðið hjá “barca” er “més que um club” – meiri enn eitt felag …og tað sama kann sigast um KÍ. Nú nevndi eg ikki kvinnunar hjá KÍ – um so er tað skuldu “masjerast” hvørja ferð tær høvu vunni eitt meistaraheiti síðstu nógvu árini, hevði Klaksvíksvegurin helst verið slitin upp.

Í Klaksvík er gott at vera og her havi eg verið væl móttikin sum “havnadama” – tað hevur altíð hugtikið meg hvussu “lokalir” klaksvíkingar eru, also upp á tann góða mátan.

Tó, tann persónliga søgan hjá mær og Klaksvík røkkur aftur til ommur og abbar í báðar ættir. Niels Wang, abbi í faðirætt, var úr Kaldbak. Hann arbeiddi í í handlinum hjá Kal. Frá uml. 1934 til 1944 var hann leiðari í matvøruhandlinum hjá Kjølbro á Biskupsstøð. Niels abbi giftist við Petru Jóhannu úr Skemmuni í Porkeri. Óli, pápi mín, varð føddur í Klaksvík.

Omma mín í móðirætt var Martha dóttir Onnu Margrethu av Toftanesi í Leirvík og Sámal Jákup, bónda í Jógvanstovu. Hon arbeiddi eisini sum ung í Klaksvík, har hon eisini átti skyldfólk. Mostir hennara, Súsanna, var móðir Robert Joensen. Onnur mostir hennara, Katrina, giftist til Trøllanesar í Wollesættina. Martha omma hitti Sigurð Simonsen, abba, eitt dansikvøld í Klaksvík, hann silgdi tá við Ekliptiku. Mamma mín og 4 systkin hennara eru mín sann fødd í Klaksvík. So sigast kann, at ein er komin aftur á søguslóðina...

Hvørt ættarlið hevur sínar avbjóðingar, vit hava okkara, sum nú eri frammi á døgum - tað eru vit sum liva og virka í hesum landi nú, sum hava ábyrgd at menna okkum áhaldandi, soleiðis at Føroyar verður eitt enn betri samfelag fyri øll – ung sum gomul, sterk sum veik – leik sum lærd – ja fyri øllum, heimafólkið eins og tilflytarum, ið vilja og velja at liva í Føroyum, soleiðis at vit ikki gerast skuggar av okkara undangongufólkum, men eitt fólk sum hevur áræði, ágrýtni og vilja til áhaldandi at flyta seg frameftir sjálvi – til einar sjálvberandi Føroyar.

Tí tað er júst hetta landið eg beri í mær. 

Landið býr í málinum, tey livandi orðini á munni teirra, ið her búgva. 

Orðini, ið siga eina søgu um seyðin, ið oyggjarnar bera navn eftir.

Um seyðin, ið gav mat á borðið og pløgg á kroppin.

Føroyski báturin er borðfullur av orðum, ið siga frá um landnámsarvin

Orðini, ið siga frá um havið, um veðrið,

fuglin og fiskin og hvalin.

Matkovin í túsund ár.

Fjøllini samskifta við seyð og fuglar

 og menniskjað, ið undrast á allar litirnar,

trøllakendu hamrarnar, mosagingnu klettarnar

- orðini spretta úr øllum undrunum

Í orðunum býr tilvera fólksins og samskifti

- í upphavi, í nútíð og framtíð. 

 

Góða Norðoyastevnu.

Takk fyri at tit lýddu á.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk