Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nær kemur verulig ferð á íbúðarbyggingina  hjá Bústøðum?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.06.2022 - 12:17 Politikkur Tíðindi

spyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur m.a. í skrivligum fyrispurningi partamann sín Sólvit E. Nolsø, almannamálaráðharra

 

 

 

Spyrjari:  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður

 

Svarari:  Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum

 

Evni:  Bústaðir

 

 

Spurningar:  

 

1.      Nær kemur verulig ferð á íbúðarbyggingina  hjá Bústøðum?

2.      Hvørjar byggiverkætlanir eru í gongd?

3.      Av hesum, hvørjar byggiverkætlanir eru settar í gongd við nýggju fíggingarheimildini?

4.      Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis saman við øðrum íleggjarum?

5.      Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis til serligar málbólkar í samstarvi við Almannaverkið?

6.      Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fáa gongd á bygging saman við øðrum íleggjarum?

7.      Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fara í gongd við bygging av bústøðum fyri serligar málbólkar (fyri Almannaverkið)?

8.      Verða byggiverkætlanir bodnar út soleiðis, at øll kunnu bjóða uppá arbeiði fyri Bústaðir?

 

Viðmerkingar: 

Tað var eitt stórt fet rætta vegin, tá bústaðarpakkin endaliga bleiv samtyktur tann 25. mars 2021.  Við bústaðarpakkanum fingu Bústaðir 450 mió. kr. at arbeiða við komandi árini.

200 mió. krónur skuldu fíggja bústaðarverkætlanir til serligar málbólkar uttanfyri vanliga bústaðarmarknaðin, eitt nú lestraríbúðir, búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi og barnaverndarstovnar.

Hinar 250 mió. krónurnar skuldu fíggja vanligar íbúðir -  saman við øðrum íleggjarum. Harvið fer lánsheimildin hjá felagnum at røkka til munandi fleiri íbúðir enn áður.

Bústaðir søgdu longu fyri fleiri árum síðani - longu undir undanfarnu samgongu - at stovnurin hevði fleiri verkætlanir á skriviborðinum, men tey fingu ikki farið í gongd við tær, tí fígging var ikki til tað. 

 

Tí skuldi man trúð, at Bústaðir vóru klár at fara í gongd so skjótt, sum nýggja lógin um Húsalánsgrunn varð samtykt tann 25. mars 2021, og stovnurin fekk møguleika at læna 450 mió. kr. Tí verða hesir fyrispurningar settir. 

 

 

Á Løgtingi, 21. juni 2022

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…