Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrrverandi fiskimálaráð-aðalstjórin í Noregi, Johan Williams, heldur, at Noreg hevði skatt seg sjálvt meira enn Russland við at noktað russarum at landa í Noregi. | Mynd: Lena Knutli, Intrafish

At lata norskar havnir aftur fyri russiskum fiskiskipum hevði gjørt størri skaða enn gagn, sigur fyrrverandi aðalstjórin fyri fiskivinnu í Noregi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.09.2022 - 17:24 Politikkur Vinna

So leingi Noreg og EU handla við matvørum við Russland, heldur Johan Williams, at tað onga meining gevur við einum havnarstongsli fyri fiskiskip. Eitt fullkomið bann fyri at lata russiskar fiskitrolarar landa í Noregi hevur verið eitt drúgt politiskt kjakevni í summar, og fyrrverandi aðalstjórin heldur, at tað hevði skatt Noreg meira enn hvat tað hevði gagnað.

Liberalu politikararnir í Noregi hava verið nógv úti um seg í málinum, og teir ákæra stjórnina fyri at hjálpa til við at fylla peningamappurnar hjá oligarkunum og at fóðra krígsmaskinuni hjá Putin. Men Johan Williams sigur við Fiskeribladet, at “hetta eru áskoðanir uttan kunnleika”.

Fyrst og fremst hevði talan bara verið um ein dropa í havinum, sigur hann. Tøl frá Råfisklaget í Noregisiga, t russiskir trolarar gamaní hava landað yvir 90.000 tons við einum virði upp á 1,58 milliard norskar krónur higartil í har, hóast tað hevur verið kríggj í Ukraina, men sambært Johan Williams er tað bert ein evarska lítil partur av teimum pengunum, ið fara aftur til Russlands.

“Um avkastið fór til at fíggja kríggið, hevði tað í mesta lagi verið talan um 500 milliónir norskar krónur, og tað er ein dropi í havinum, um ein hugsar um, hvussu stórar inntøkur Russland til samanberingar fær frá útflutninginum av gulli, olju og gassi. Gull einsamalt hevði eitt útflutningvirði áljóðandi 150 milliardir NOK”, leggur Johan Williams afturat.

Spurdurum hvørjar negativar avleiðingar tað fer at hava fyri Russland, um teir ikki longur sleppa at landa fisk í Noregi, svarar Williams: “Sera fáar. Tað hevði gjørt størri skaða fyri Noreg sjálvt.”

Tvørturímóti metir fyrrverandi aðalstjórin, at ein stongsil hevði styrkt um støðuna hjá Russlandi, hvat viðvíkir tí at hava nokk í sær sjálvum. Um Noreg stongir sínar havnir, verður fiskurin annaðhvørt bara umskipaður millum skip á havinum og sigldur til Rotterdam, ella eisini verður hann landaður í Murmansk.

At nokta russiskum landinum í Noregi hevði ikki verið brot á fiskiveiðuavtaluna millum tey bæði londini, men tað hevði verið eitt brot á galdandi praksis og kundi tá havt stórar avleiðingar. Higartil hevur landingarbann einans verið lýst í støðum, har talan hevur verið um ósemjur um umsitingina av fiskatilfeinginum, sigur Johan Williams, og sipar til makrel-avbjóðingarnar.

- "Um vit settu eitt landingarbann í verk í eini støðu, har vit í roynd og very eru samd um umsitingina, so høvdu vit brotið galdandi praksis, og tað hevði ikki verið tikið væl upp av russum. Harumframt kann tað føra til ovurfisking í Barentshavinum”, sigur Williams.

- Hygg bara at pelagiska fiskatilfeinginum. Har verður tað áhaldandi ovurfiskað, tí vit ikki hava avtalur um umsitingina av fiskinum. Eg vænti, at tað sama hevði hent í Barentshavinum”, sigur hann at enda við Intrafish.

 

 

Kelda: Intrafish (leinki til grein)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum