Lýsing
Lýsing
Lýsing

FÁ ATGONGUMERKIR EFTIR: Tónleikabrak við Anfinn Nielsen og Co.

SKRIVAÐ: Fríða  |  24.02.2023 - 14:30 Mentan Tíðindi Vinna

Á Torradøgum skjóta FríðuTónar aftur gongd á tónleikaskránna fyri 2023, og tað verður gjørt við einum braki, ið Anfinn Nielsen og Co. fara at geva fjøldini. Hetta verður ein av stóru syngið-við løtunum, og tá ið Anfinn er upp á spæl, so kann man veruliga vænta eina festliga, hugnaliga og lívliga tónleikauppliving.

Anfinn hevur fingið stóran part av tónleikarunum hjá Hjarnum at hjálpa sær til forkunnugu konsertina, og hevur lovað, at allir teir góðu slagararnir verða at hoyra.

- Tað er upplagt at hava Anfinn á Torradøgum, tí hvør sangur hóskar seg betri, enn “krøk hann í ein skipara búk..”?, sigur Mimmy Vágsheyg, stjóri á Fríðu, flennandi.

- FríðuTónar er komið fyri at vera, slær Mimmy fast, men vit hava valt at tillaga konseptið eitt sindur í ár, har tað fer at spenna seg yvir eitt longri tíðarskeið, enn vit sóðu í fjør. Tað hevur verið stuttligt at sæð, hvussu væl fólk hava tikið ímóti hesari konsertrøðini, og tí vilja vit fegin byggja víðari upp á tær royndirnar, vit gjørdu í fjør.

Klaksvíkingurin, Anfinn Nielsen, hevur undirhildið føroyingum við fangandi og stuttligum sangum, ið fólk veruliga hava tikið til sín. Nógvir av sangunum hava verið sonn plettskot bæði við orðum og løgum – hugsa bara um sangirnar »Í skúri«, »Sirkus Tinganes«, »Gubbi og eg«, »Lítli Fuglur«, »Summar«, »Mítt hjarta pumpar fyri tær« og »Ein glavir havnamavir«. 

Hetta verður ein av stóru syngið-við løtunum, og tá ið Anfinn er upp á spæl, so kann man veruliga vænta eina festliga, hugnaliga og lívliga tónleikauppliving. Anfinn Nielsen hevur savnað sær sterkastu manning, og kemur hann til Klaksvíkar saman við Eyðun Nolsøe, Jógvan Olsen og Ólavur Øster.

Konsertin verður leygardagin 25. februar kl. 20.00, í Kafé Fríðu - sum partur av Torraskránni.

Kostnaðurin er 175 kr. fyri atgongumerkið, og vælkomudrykkur verður boðin við dyrnar.

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar og her:

Keyp atgongumerki

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vøkstur í alivinnuni, men versnaðir karm…
Tæn Afrika møti í Emmaus í kvøld
Jaspis og Ametyst rokast
Ferðavinnan ynskir løtuvinning í egnan l…
Magnus: Vit hava ikki rakt toppstøðið en…
Brúdleyp - Kristina og Jón
Elsebeth fingið riddarakross
Formansskapur Norð­urlandaráðsins: Føroy…
Alla nátt – 50 ár við Hjarnar
Hesi liðini kann KÍ trekkja týsdagin í C…
Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
FK 5,4 mió. kr. í halli í 2024
Søgan um Merle Haggard (2:9)
Eyðun: Gilli og Jonn eru uppá tal til la…
Regin: Samstarv millum Stjørnuna og Team…
Endurskoða gomlu byggisamtyktina
Norðlýsið blaðið í gerð
Makrelgýting við Føroyar kannað
Team Klaksvík gjørt sáttmála við Jens Pa…