Lýsing
Lýsing
Lýsing
Brot úr brúkaraleiðbeining til umstrídda tólið, ið er funnið umborð á russiskum fiskiskipi. Leiðbeiningin stóð í einum riti frá ár 2000 fyri "vintage"-radiotóláhugað, og har hoyrir hon heima, tí tólið er frá Sovjett-tíðini.

Tunt soð í njósnarasúpan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.04.2023 - 23:02 Leiðarin Politikkur

Seinastu dagarnar hevur Kringvarpið ókritiskt víðarisent uppáhald um møguliga russiska njósning í føroyskum øki. Hesi uppáhald hava fingið nógvar politikarar upp úr stólunum, og løgmaður er spurdur, um hann ikki ræðist at hava russisk skip liggjandi uttanfyri sítt skrivstovuvindeyga. Men hetta “vandamikla” tólið, sum eitt russiskt skip hevði umborð, vísir seg bert at vera eitt gamalt HF-radio, sum eisini var vanlig útgerð umborð á føroyskum skipum fyrr í tíðini.

 

Júst hví KvF er lopið so ókritiskt upp á vognin, er ilt at vita. Men talan er um eitt gamalt samskiftistól, sum – í mun til VHF-útbúnað, ið einans samskiftir millum skip – samskifti við útbúnað á landi. Í Degi og viku mánakvøldið 24. apríl var stjórin í Radiobúðini og greiddi frá, at útgerðin er tann sama, sum føroyingar nýttu at samskifta við á t.d. Lyngby Radio úr Newfoundlandi í gomlum døgum. Hann segði eisini greitt, at fyri at kunna samskifta á HF-radio, skulu bæði sendari og móttakari hava somu útgerð. Útgerðin var nýtt til at samskifta millum land og skip, men er so líðandi farin úr nýtslu og útskift við fartelefonsamskifti. Lyngby Radio steðgaði við at nýta HF-útgerð í 2009.

Hvat skuldi njósnarasøgan so til? Tí Kringvarpið trýr væl ikki í fullum álvara, at um russarar vildu njósnast, so brúktu teir eitt avoldað HF-radio til endamálið í staðin fyri til dømis eina fartelefon.

Vit standa spyrjandi. Ætlar Sirið Stenberg veruliga at hækka kringvarpsgjaldið, nú vit fáa slíka góðsku ella mangul uppá sama serveraða? Ella fyri at ávirka løgmann til at taka eina ávísa støðu um fiskiveiðuavtaluna – eina avgerð, sum sambært løgmanni sjálvum er á trappunum í júst hesum døgum? Um tað fyrra, so sær tað út til at fara at eydnast, men løgmaður krevur vónandi munandi tjúkri soð enn eitt gamalt radio í sínum súpanartallerki.

Í øllum førum mugu vit sum siglandi tjóð prísa okkum lukkulig fyri, at kanadiskir myndugleikar ikki hava verið líka ókritiskir sum okkara Kringvarp. Tí vóru teir tað, var mangt eitt føroyskt fiskiskip undir illgruna fyri njósning í Newfoundlandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…