Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góður ársfjórðingur hjá BankNordik

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.04.2023 - 09:24 Tíðindi Vinna

BankNordik kunnger í dag roknskapartølini fyri ársins fyrstu tríggjar mánaðir. Hóast tíðarskeiðið hevur verið merkt av rentuhækkingum og hø- gari inflatión, eru úrslitini góð.

 

 

Úrslitið fyri skatt er 75 mió kr., og væntanirnar fyri 2023 eru sum heild betri, enn væntað varð við ársbyrjan. Tó so er gongdin við hækkandi rentum, høgari inflatión og geopolitiskum spenningi enn óviss, og tí hevur bankin hækkað pe- ningin, ið er settur til viks til at standa ímóti møguligum tapi, úr 56 mió. kr. upp í 65. mió. kr.

 

Føroysku húsarhaldini sum heild væl fyri

Búskapurin hjá føroysku húsarhaldunum er sum heild góður, og enn eru ikki te- kin um, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum er undir trýsti. Millum annað er talið á teimum, ið hava trot, og talið á umbønum um skáar ikki hækkaði stórvegis seinastu mánaðirnar.

”Vit fegnast um, at okkara kundar sum heild hava eina sunna og góða fíggjar- støðu og sostatt klára at standa ímóti teimum fíggjarligu avbjóðingunum, sum høg inflatión og hækkandi rentur kunnu hava við sær. Vit síggja tó, at ferðin á búskapinum er slakað eitt sindur – tað eru til dømis eitt sindur færri, ið taka lán, og fleiri, sum spara saman – men yvirskipað sæð hevur búskapurin hjá føroysku húsarhaldunum og hjá vinnuni víst seg at vera haldførur og sterkur”, sigur Árni Ellefsen, forstjóri.

 

Seinasti arbeiðsdagur hjá Árna Ellefsen

Samstundis sum roknskapartølini fyri ársins fyrstu mánaðir verða løgd fram, er hetta eisini seinasti arbeiðsdagur hjá Árna Ellefsen, sum hevur verið forstjóri í samtakinum síðani 2015. Árni Ellefsen segði seg úr starvi í fjør, og í dag hevði hann so sín seinasta arbeiðsdag í BankNordik.

”Árni hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði fyri bæði starvsfólk, kundar og samtakið sum heild. Hóast gongdin í heiminum hevur verið heldur óstøðug seinastu árini, hava vit í dag eitt sterkt, sunt og væl bjálvað samtak, og hetta eigur Árni sjálv- sagt ein stóran lut í. Tíbetur hava vit nógv dugnalig starvsfólk og eina dugnaliga leiðslu, ið kunnu byggja víðari á tað góða abeiðið, sum er gjørt higartil. Eg fari at takka Árna fyri hansara ídna íkast og ynskja honum blíðan byr,” sigur Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna í BankNordik.

Árni Ellefsen er 57 ár, útbúgvin cand.merc.aud og statsautoriseraður gran- nskoðari. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2011, og áðrenn hann kom í bankan, starvaðist hann m.a. sum grannskoðari og fíggjarstjóri. Turið F. Arge tekur nú við sum forstjóri í BankNordik. Hon hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2015.

 

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt var 75 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 49 mió. kr.
  • Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 8 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið gjørdist 57 mió. kr.
  • Útlánini hjá bankanum eru 8,5 mia. kr.
  • Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.
  • Innlánini hjá bankanum eru 8,5 mia. kr.
  • Solvensurin íroknað NEP-kapital er 29,1%

Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 210-240 mió. kr.

 

Árni Ellefsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann samanlagt 4-1 á SJK
KÍ kom aftur í ár víðari eftir sannføran…
Samuel Chukwudi takkargávu úr Klaksvík
Føroyskir viðmerkjarar til NSÍ dystin
Her sæst KÍ dysturin í kvøld
Latif til 07Vestur
Passivt-aggressivir politikarar
Bláa Bylgjan ger nógv burturúr avgerandi…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Kaj Leo: Eg stovnið eitt áhugafelag fyri…
Upptakt: KÍ-SJK
Helgi Jacobsen 90 ár
Mowi Føroyar 30 milliónir í yvirskoti í…
Páll A. Klettskarð: Hesir dystir eru nak…
Magnus Powell: Kanska hendur okkurt, áðr…
Oljudálking við Grótrætt
Tvey pør í finalunum í tvímansleiki
Seinasta venjingin undan stórdysti­num í…
Miriam og Rúni í finalunum í einmansleik…
Oyggja­leikavetera­nar hittust á Orkney