Lýsing
Lýsing
Lýsing
Melkart 2 á veg inn á Norðhavnina fyrr í vikuni. Hendan sjónin hevur øst nakrar politikarar í miðstaðarøkinum, møguliga tí hon minnir teir á orðini í samgonguskjalinum, "serliga verður strongt á at tryggja føroyskum vinnulívi betri atgongd til ES-marknaðin", sum ikki er hildið, men sum kundi gjørt okkum minni heft av Russlandi | Mynd: Jóhann Lützen

Passivt-aggressivir politikarar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.07.2025 - 11:19 Leiðarin Politikkur Vinna

Nakrar atfinningar hava verið frammi frá føroyskum politikarum – tveimum limum í Uttanlandsnevndini og einum í Fólkatinginum – um, at Føroyar ikki útihýsa ávísum russiskum skipum frá føroyskum sjóøki og føroyskum havnum. Men ein týðandi partur av frágreiðingini er, at politikararnir ikki hava hildið síni lyfti um betraða marknaðaratgongd til ES. Teir kunnu tí lutvíst takka sínum egna passiviteti fyri, at russlandssáttmálin enn hevur tann týdning, hann hevur.

 

 

Føroyska vinnan hevur í ein mansaldur eftirspurt betri marknaðaratgongd til ES, serliga viðvíkjandi virkaðum fiskavørum. Og føroyskir politikarar hava sagt seg vilja arbeitt fyri tí. Enntá danskir politikarar hava sagt seg viljað tað. Og aftur, tá kríggið í Ukraina brast á, var frammi at fáa í lag eina betraða fríhandilsavtalu við ES, sum kundi gera Føroyar minni tengdar at útflutningi til Russlands.

Men tað er tíverri ein veruleiki, at enn er onki hent á tí økinum. Enn er tað einans blivið til orð. Og tað er her, trupulleikin liggur. At politikararnir halda, at bara teir geva sína støðu í einum máli til kennar, ja, so er teirra uppgáva liðug.

At politikararnir soleiðis uppfata sín leiklut í politikki sum bert at vera eygleiðandi og síðani finnast at avleiðingunum í miðlunum, er ein púra skeiv sjálvsfatan av síni arbeiðsuppgávu. Teir hava, sum teir einastu, vald til at broyta viðurskiftini. Tað er ongin annar enn politikararnir sjálvir, sum kunnu ávirka og/ella broyta nakra handilsavtalu. Og lata teir vera við tí, hóast teir hava lovað tað, ja, so mugu vit bara staðfesta, at teir ikki gera sítt arbeiði.

Tí slepst ikki undan at hugsa, at tað sum veruliga nívur m.a. limirnar í Uttanlandsnevndini og fólkatingslimin er, at tá Melkart-2 damlar gjøgnum føroyskar firðir og sund, so verða vit føroyingar mintir á passivitetin hjá okkara politikarunum. Og á, at tann áhaldandi passiviteturin ger avtaluna við Russland týdningarmikla.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann 7-0 á B68
SF: UB40 er framskundað í kvøld
Nettup fyri hesa tíð hvør veit?.
Eg eri sera glaður fyri at sleppa til Fø…
Upptakt: KÍ-B68
Samrøða við Neman Grodno
Samrøða við Steintór Rasmussen
Anna Lovisa setur Summar Festivalin í go…
Fíggjar­ligur bati fyri smærri vinnurekan…
Vælkomin á tónleika­fagnað!
Tíð at liva
SF: Í kvøld spæla Nik & Jay á Vágsbø
Hvar er ágrýtnið hjá leiðsluni?
Nik & Jay koma við øllum tí besta
Kom við til eina hugnaliga løtu í Gamla…
Tríggjar stjørnur, tveir kokkar, ein køk…
Tóra var besti leikari í juni
Bragdið hjá Ziska bjargaði 17 av manning…
Eysturlund - ikki kapping við SEV
Opið hús í Betesda á Summar­festivalinum