Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Hetta vita vit um nýggja KÍ-leikaran

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.03.2026 - 14:27 Ítrottur Tíðindi

Nýggi svenski leikarin hjá KÍ, Hampus Näsström, spældi í 2025 í næstbestu deildini í Svøríki, meðan hann spældi í 2024-2022 í bestu svensku deildini.

Tað hevur ljóðað í eina tíð, at KÍ møguleika fór at styrkja meir um miðvøllin eftir, at René Shaki fekk ein langtíðarskaða, meðan Hallur Hansson javnan hevur trupulleikar við knænum. Nú hevur KÍ fingið hendan leikaran uppá pláss. Ein 31 ára gamal svenkur verjukendur miðvallarleikari, sum eisini hevur onkrar royndir sum miðverji. Hann hevur ikki spælt dyst síðani í november, tá svenska kappingin endaði og síðani hevur hann ikki havt nakran sáttmála.

 

Langur vegur uppá toppstig
Talan er um ein royndan leikara, sum í 2025 spældi við Landskrona BoIS í næstbestu svensku deildini. Í 2024, 2023 og 2022 spældi hann IFK Varnamo í bestu svensku deildini. Burursæð frá fyrsta árinum fekk hann til tíðir nógva spælitíð, men so vóru eisini tíðarskeið, har hann byrjaði nógv á bonkinum. Hann hevur bara spælt í Svøríki, men var lutfalsliga gamal, 27 ár, tá hann í 2022 byrjaði at spæla á høgum stigi t.v.s. í einari av teimum báðum bestu deildunum. Hann hevur tískil strítt seg uppá toppin tann harða vegin.

Talan er um ein leikara sum verður lýstur sum ein liðleikara við góðum hugburði, sum gevur liðnum eina javnvág. Hann er høgur(1,9 metur), men hevur sjáldan verið skapandi og hevur ikki luttikið nógv í álopsspælinum. Hann hevur áður sagt í evsnkum miðlum, at hansara dygdir best koma fram á verjukenda miðvøllinum.

Tískil er hetta helst ein leikari, sum KÍ ynskir at hava til dystir móti topp 5 og í altjóða dystum, tí til dystir móti botn 5 hava vit sæð nógv dømi um, seinast móti 07 Vestur farna sunnudag, at KÍ skorar nógv fleiri mál við at bara hava ein verjukendan leikara á miðvøllinum. Men tað eru topp 5 dystirnir og altjóða dystirnir, sum avgera lagnuna hjá KÍ og tí er helst skilagott at verða væl fyrireikaður til teir dystirnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…