Børn fylla nógv í valskránni hjá Fólkaflokkinum
Fólkaflokkurin hevur í dag lagt valskrá sína fram, og tað eru serliga børnini, sum seta sín dám á hana. Lyftið um 20.000 skattafríar krónur til hvørt barn, ið føtt verður, varð endurtikið. Men eisini lovar flokkurin m.a. at styrkja øll 3 sjúkrahúsini í Føroyum, eins og at lætta um hjá bústaðarsøkjandi og smáum vinnurekandi.
Fólkaflokkurin lovar hægri barnafrádrátt, hægri barnastudning til lesandi, at pengarnir framyvir skulu fylgja barninum og ikki institutiónini, at foreldur skulu hava frælsi til at skipa barnsburðarfarloyvið eftir egnum ynski og tørvi og at barsilsskipanin skal vera smidligari. Hartil skal hámarkið í Barsilsgrunninum setast upp til 40.000 krónur, og sum rosinan í pylsuendanum skulu foreldur fáa 20.000 krónur skattafrítt, tá barn teirra kemur í verðina.
Valskráin varð framløgd í Miðlahúsinum í Tórshavn, og tað var formaðurin, Beinir Johannesen, ið legði hana fram. Alt snúði seg tó ikki um børn, tí flokkurin lovar eisini at hjálpa teimum smáu vinnurekandi. Til dømis skal kringvarpsgjaldið avtakast fyri tey, t.e. at smærri vinnurekandi onki skulu gjalda til KvF. Eisini skulu dagpeningaskipanir og barsilsskipanin í størri mun taka hædd fyri sjálvstøðugum vinnurekandi framyvir.
Hvat bústøðum viðvíkir, so ætlar Fólkaflokkurin, at rentustuðulin skal útskiftast við MVG-afturbering, og at tað skal bera til at brúka part av eftirlønaruppsparingini til at fíggja fyrsta bústaðarkeypið.
Eisini varð fráboðað á fundinum, at 34 valevni stilla upp til løgtingsvalið, herundir øll tann sitandi tingmanningin.
Enn eru hvørki valskrá ella valevnislisti komin út á heimasíðuna hjá Fólkaflokkinum.