Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trillbøran hjá Rosenmeyer varð uppkallað eftir Jógvan Sundstein

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  04.07.2023 - 10:34 Lesarabrøv Mentan

 

 

Tíðliga í 1990unum medvirkaði Rosenmeyer Wolles, morbróðir á Trøllanesi í eini sjónvarpssending hjá Tróndi Djurhuus, sum hann partvíst sjálvur legði tilrættis, og sum partvíst gekk fyri seg í sjónvarpsstovuni í Havn. Á myndini sita Tróndur Djurhuus, Rosenmeyer og Alexandur Samuelsen, sum sang nakrar sangir í sendingini saman við dupultkvartettini í Ebenezer.

Rosenmeyer dugdi mangt og hvat, og hann kundi bæði verða álvarssamur og skemtingarsamur. Í sendingini fortelur hann ymiskt frá sínum gerandisdegi, og millum annað, at hann átti eina trillibøru, sum hann hevði navngivið "Sundstein". Hetta var stutt eftir, at fíggjarkreppan hevði tikið seg upp, og tá mæltu politikkararnir øllum at verða sparin.

Tá átti hann eina trillibøru norðuri á Nesi, har annað beinið var so illa rustað, at tað var dottið av. Tí hevði hann tikið eina fjøl, sum kom ístaðin fyri brotna beinið og eina aðra fjøl, sum hann brúkti sum skrástívara. Hetta var hansara íkast til sparingarnar, og hesum flentu tey eftir, sum sótu og lurtaðu í sjónvarpsstovuni .

Rosemeyer livdi ikki nógv ár eftir sendingina. Hann doyði tann 14. apríl 1996, meðan hann arbeiddi á Trøllanesi, 66 ára gamal. Ása M. Justinussen lænti mær myndina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri…
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…