Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi siga, at tað ongantíð hava verið so nógv fólk, eini 8.000 - 10.000 fólk. Seinasta portiónin av teimum gott 9.000 Fish 'n Chips portióninum hjá JFK fór yvirum diskin kl. 00.20, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK. Føroya Sjómannadagur verður aftur leygardagin 17. august í 2024 | Mynd: Petur Martin Solmunde

Gott summar, baldrut heyst

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.08.2023 - 20:54 Ítrottur Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Eitt framúr gott summar er av, og vit í Norðoyggjum kunnu hyggja aftur á eina óvanliga góða Norðoyastevnu, ein framúr Summarfestival og ein stak væleydnaðan Sjómannadag. Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur hartil gjørt Føroyar stoltar úti í heimi, kvinnurnar eru longu vorðnar føroyameistarar, og skuldi nakar bjóða Klaksvíkingi av í kappróðrinum, ja, so máttu tað vera aðrir norðoyingar

 

Tað var hugaligt at síggja vinnulívskempurnar í ávikavist Molde og Klaksvík hittast á Tórsvølli. Hóast imponeraður av ungu klaksvíkingum, var ongin ivi um, hvørjum felagi hjartað hjá Kjell Inge Røkke bankaði fyri, og júst sum Hanus Hansen hevur verið KÍ ein hollur stuðul, hevur Røkke verið tað hjá norska stórfelagnum Molde. Liðini vunnu hvør sín dyst í Champions League, og tíverri bleiv tað so, at KÍ dró tað styttra stráið samanlagt. Men upp á hestin aftur!

Ein ávísur metalltroyttleiki er at hóma hjá KÍ-monnunum. Tað slepst ikki undan at viðurkenna. Áður ósigraða liðið var fyri sínum fyrsta niðurlagi í Gøtu 11. august og einum javnleiki 20. august, og á tann hátt tódnaði greiða leiðslan uppá 10 stig framman fyri nr. 2 niður í 5 stig uppá undir 10 dagar. Tað merkist, at deildirnar í Europa eru gjørdar til professionellu leikararnar, ið onki annað arbeiði hava at takast við enn fótbóltin, meðan okkara leikarar mugu jonglera millum sítt borgarliga starv, heimligu kappingina og ta europeisku. Vit eru kortini sannførd um, at KÍ aftur fer at vinna FM í ár, hóast felagið er í einum aldudali nú.

Í vinnulívinum í Norðoyggjum hevur tað higartil gingið væl, men líkt er nú til, at tað fer at broytast. Serliga í Eysturoynni hava tey longu merkt avleiðingarnar av avgerðini hjá Landsstýrinum um havnarstongsul fyri russiskum skipum, sum ikki eru umfatað av fiskiveiðuavtaluni fyri 2023, og vandi er nú fyri, at tann avtalan eisini fer fyri skeytið. Løgtingið er ikki so opið um, hvørt tey vilja leingja avtaluna, meðan tekin eru í sól og mána um, at Russland sigur hana upp sum aftursvar til tiltakið hjá Landsstýrinum. Hendir tað, fara vit uttan iva at síggja fleiri húsagangir í bæði fiskivinnuni og avleiddum vinnum á landi.

Landsstýrið hevur sagt, at tað fer at hjálpa teimum, sum koma illa fyri av avgerðunum hjá samgonguni, men ringt er at síggja, hvussu landið skal kunna tað. Upphæddirnar verða stórar, og samgongan hevur longu lovað teimum á almenna arbeiðsmarknaðinum væl meira enn teirra lítla yvirskot á fíggjarlógini megnar at fíggja – lovað eru bæði lønarlyft og styttri arbeiðsvika samstundis, eins og ætlanir eisini eru um bæði Tjóðleikhús og Suðuroyartunnil, somuleiðis samstundis. Útreiðslugildið kann valla enda annað enn galið, uttan so at landið tryggjar sær fleiri inntøkur.

At hvíla á laurberjunum er altíð kærkomið eftir tógvið stríð, men ein má eisini kenna sína vitjanartíð. Tað hava vit sannað í ítróttinum, og nú pílarnir í vinnulívinum hava peikað upp eftir leingi, eru ófrættakendir vindar farnir at blása úr Tinganesi. Alivinnan støðist ikki eins væl og áður í Føroyum, og Barentshavsflotin merkir grundarlagið undir sær ridla. Í báðum førum rakar tað eisini avleiddar vinnur á landi. Felags er, at tað eru politiskar avgerðir – tiknar í Tinganesi og blástemplaðar av Løgtinginum – ið seta vinnulívið í Føroyum í eina vánaligari støðu.

Tí noyðist vit nú, eftir eitt annars stak gott summar, at brynja okkum til eitt harðbalið og buldraligt heyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður