Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvík karmur um ferðavinnuráðstevnuna ICCA

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  13.09.2023 - 13:52 Mentan Myndarøð Tíðindi

Týskvøldið bjóðaði Visit Norðoy saman við Visit Faroe Islands og Klaksvíkar kommunu áleið 120 gestum úr øllum heiminum til Klaksvíkar. Vitjað varð í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag og bjóðað varð til døgurða í Varpinum. Hóast mentanarhúsið ikki er heilt liðugt enn, var talan um eitt sera væleydnað tiltak.

 

Talan var um eitt slóðbrótandi tiltak, tí gestirnir eru partur ráðstevnu hjá ICCA, sum stendur fyri International Congress and Convention Association, tvs. at talan er um umboð og veitarar úr øllum heimunum, sum hvør í sínum lag arbeiða við at skipa fyri fundum, ráðstevnum og tiltøkum, vanliga nevnt MICE ferðavinna ella vinnuferðavinna. Hetta er sostatt fyrstu ferð at Klaksvíkar kommuna bjóðar seg fram at hýsa líknandi ráðstevnum. ICCA ráðstevnan byrjaði í Havn mánadagin og gestirnir fara av aftur landinum hósdagin.

Tað var í juni mánaða, at Visit Norðoy og Klaksvíkar kommuna fingu møguleikan at vera partur av ráðstevnuni, og bjóðað varð inn í nýggja mentanarhúsið, Varpið. Hóast Varpið ikki er heilt liðugt enn, so varð hildið fast við avgerðini, um at hava sjálvan veitsludøgurðan í Varpinum. Hetta fyri at vísa gestunum teir møguleikar, sum eru við teimum nýggju, góðu kørmunum, sum koma at vera í Klaksvík, og við hesum bjóða Varpið og Klaksvík fram í ráðstevnu høpi í framtíðini.

Byrjað varð í róðrarneystinum, har borðreitt varð við køkum. Tað sermerkta var, at rávørur frá Føroya Bjór vóru nýttar í matgerðini til hesar køkur. Eisini var møguleiki at fáa nakrar smakkroyndir frá Føroya Bjór. Eftir tað helt Einar Waag eina stutta røðu, har hann greiddi frá søguni og virkseminum hjá Føroya Bjór í dag. Sjálvur fekk Einar eisini handað eina virðisløn frá kommununi. Virðislønin var ein heiðursgáva fyri teirra áhaldandi arbeiði innan menning og burðardygd.

Í Varpinum bjóðaði Karl Johansen, borgarstjóri, gestunum vælkomnum og Leif Sørensen borðreiddi við alskins fiskarættum. Rávørurnar vóru lætnar av JFK, Bakkafrost og útróðrarbátinum, Guðrun. Seinni um kvøldi vóru framførslur frá kvinnukórinum SUÐ og Hamradun. Hóast ymiskt arbeiði er eftir at gera, t.d. at stilla ljóð viðurskiftini, so vóru flest øll samd um, at helst er talan um ein av bestu konsert salunum í landinum.

Enn er dato ikki sett, nær Varpið letur upp, men miðað verður eftir, at latið verður upp seinni í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja tryggja grund­arlagið undir bløðunu…
Veðrið í vikuni
Bæði Hávur liðini vunnu í dag 
Mjølnir gott hál í dag
Jonhard fyllir 70
Video: Watching the Smallest European Cl…
Eyðvør Klakstein bleiv ársins leikari hj…
Syngja jólini inn í Húsa kirkju
KÍ vann venjingardystin
Mjølnir í oddabraki í morgin
Ójavnin veksur í stórum
Fíggjar­mála­ráðið og Føroya Lærara­felag h…
Peninga­skipanin
Sangløta í Betesda leygarkvøldið
Frits: Tá ið kroppurin eldist
Haldið við jólatræið í Svínoy avlýst
KÍ spælir venjingardyst móti Víkingi í d…
Firmakappingin løgd
Sínámillum fiski­veiðiavtala millum Føroy…
Jól í Gamla Klakksvígshandli­num og ein v…