Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tilmeldingin til kvøldskúlan letur upp kl 17 í dag

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  15.09.2023 - 13:49 Mentan

Fleiri skeið blíva skjótt fullteknað, so tað ræður um, at sita klár/ur í dag. Heimasíðan er dagførd, so hon hevur fleiri myndir og kanska virkar meira innbjóðandi. Tað er Grafia, sum hevur tikið sær at tí.

Sum nakað nýtt, so kemur skráin ikki í blaðið hjá Norðlýsinum, men er einans at finna á netinum. Hetta tí, at tað er nemmari at hava alla kunning á einum staði, og at venja brúkararnar til at vitja heimasíðuna, sum hevur alla kunning, og har tilmeldingin eisini fer fram. Kvøldskúlin samstarvar tó við Norðlýsði umvegis heimasíðuna og fer at varpa ljós á nøkur av nýggjuskeiðunum


Kvøldskúlin hevði sera góða undirtøka seinasta ár og fekk eisini góð skoðsmál í brúkarakanning hjá Klaksvíkar kommunu, og tað fegnast Erik Biskopstø, leiðarin, um. - Vit royna at menna tey góðu tilboðini og at blanda onkur nýggj upp í, sigur Erik Biskopstø.

Aftur í ár eru fleiri nýggj skeið í skránni. M.a. eru trý nýggj stutt dagsskeið at læra at gera bomm og enska konfekt frá grundini av. Tað skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum. Tað kann bæði vera foreldur og barn ella omma/abbi og barnabarn.

Eisini er eitt nýtt tilboð fyri fólk við menningartarni, sum nevnist “Virkisløtur”, sum er ein samanrenning av rørslu, kreativum ítrivi og sosialari samveru.


Meir kunning um skránna og tilmelding á www.kks.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…