Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Alternativa KÍ-liðið hevur tað framvegis torført

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.09.2023 - 20:35 Ítrottur Tíðindi

Eins og í øllum hinum trimum dystunum við alternativum liði vegna tætta dystarskrá, so hevði KÍ tað torført í kvøld.

Bæði í upptaktini hjá Norðlýsinum og í Fótbóltspráti hjá KVF vóru viðmerkjararnir samdir um, at hesin dysturin millum KÍ-B68 kundi fara at blíva nógv meira spennandi, enn stigatalva og søgan síðstu árini sigur. Orsøkin er, at nú KÍ spælir so nógvar dystir uppá so stutta tíð, so spælir liðið í nøkrum av dystunum við sera alternativari uppstilling, har stór útskifting er, sum so ger, at liðið sum spælir ikki er samanspælt og ikki í rytmu. Og har hevur tað víst seg, at KÍ í hesum dystum hevur havt tað torført. Og soleiðis bleiv eisini hesaferð.

 

B68 slapp at hava bóltin nógv

KÍ byrjaði í eini 3-4-3 leikskipan, til tíðir var 5-4-1. B68 slapp at hava bóltin nógv í fyrra hálvleiki og antin var tað fyri, at KÍ skuldi spara kreftir ella var tað venjing til altjóða dystirnar. Hetta vísti seg at geva B68-liðnum sjálvsálit, men púra óneyðugt gjørdi B68 brotsspark móti Sivert Gussiås og so kundi Árni Frederiksberg skora. Men áðrenn hálvleik javnaði Boubacar Dabo við góðum langskoti.

 

Hildu fast í trimum miðverjum

Í seinna hálvleiki setti KÍ seg meira á dystin og stóran part av hálvleikinum var einvegis ferðsla. Tvær ferðir raktu KÍ-arnir tvørstongina. Men inn vildi bólturin ikki. B68 hótti móti endanum aftur og kundi eisini havt skorað sigursmálið. Fyri at KÍ kundi lagt eitt enn størri trýst á saknaðu fleiri, at eini miðverjin bleiv tikin út fyri ein meir álopskendan leikara, so at hesin eini leikarin heldur gjørdi mun longri framm, tí tað er ikki ofta at vit síggja tríggjar miðverjar inni ein heilan dyst, har liðið eltir eitt mál og hevur stóra yvirvág. 1-1 gjørdist úrslitið, har tað eisini vóru fleiri dómaraavgerðir báðar, sum vóru nógv umrøddar.

 

FM-stríð er framvegis opið

KÍ hevur nú spælt fýra dystir við alternativum liði, har nógvir av bestu leikarunum verða hvíldir. Og var tað ikki fyri einum sigursmáli í yvirtíðini av yvirtíðini móti EB/Streymi, so hevði KÍ ongan dyst vunnið av hesum fýra dystunum. Javnleikurin í kvøld ger, at B36 framvegis er væl við í FM-kappingini, tí bara fýra stig eru á muni millum liðini. Tó hevur KÍ ein dyst færri, men liðini hava eisini ein innanhýsis dyst eftir í Gundadali í 26. umfari.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…