Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.12.2023 - 14:49 Tíðindi Veðrið

Hann hevur ligið av suðuri seinnapartin við ælaveðri, og nú seinni er samregn. Vindferðin liggur um 8 til 13 m/s. Um eina løtu støkkur hann vesturum, og vindurin fer at veksa upp í 10 til 15 m/s. Samregnið fer at minka til ælaveður tíðliga í kvøld, men seinni í kvøld er aftur samregn.

Í nátt fer vindurin at minka, so fyrrapartin í morgin eru 3 til 8 m/s av útsynningi. Samregnið er tá hildið uppat, tað er fyri tað mesta turt, tó er okkurt ælið í støðum. Seinnapartin í morgin minkar vindurin enn eitt vet, niður í 5 til 10 m/s, enn smáskýggjað og ælaveður. Í annaðkvøld er bert eitt lítið lot og okkurt ælið. Hitin í morgin fer at liggja um 4 til 9 stig.

Sunnunáttina fer hann at mala úr ymsum ættum, minni enn 5 m/s, meðan tað er smáskýggjað og ælaveður. Fram ímóti middegi er aftur útsynningur, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður, og soleiðis er veðrið væntandi restina av degnum. Hitin sunnudagin 5 til 10 stig.  

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…