Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør eigur vakrasta urtagarð?

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  05.03.2024 - 21:02 Tíðindi Veðrið

Vakrasti urtagarður varð seinast kosin í 2022. Seinni í ár skal heiðurin aftur latast einum vøkrum urtagarði.

 

Várið er komið og tí er skilagott at byrja at gera sær tankar um møguliga luttøku. Eins og í 2022, so er møguligt at tilnevna egnan urtagarð til kappingina, og/ella at melda ein tú kennir, til vakrasta urtagarð 2024.


Dómsnevndin kemur at døma út frá hesum viðurskiftum:

Gras: væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er burturbeint.
Blómur: deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og onki ókrút í blómuteigum.
Hekkur: tættur og væl kliptur, og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.
Trø: deyðar greinar eiga ikki at vera á trænum, og træið er væl røkt.
Gøtur og tún: hvat er túnið gjørt av (asfalt, flísar, grús, betong o.s.fr.), órudd eigur ikki at liggja í túninum mosi og ókrút eigur ikki at skemma, reint og vakurt.

Dómsnevndin kemur at hava 2-3 skoðanir í gjøgnum summarið, har man vitjar urtagarðarnar og í august 2024 verður vinnarin avdúkaður. Vinningur verður latin til besta urtagarð. 

Dómsnevndin

  • Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini
  • Hans Hjalti Skaale, býargartnari
  • Uttanveltaður sakkønur persónur

Tilmelding og innstilling fer fram umvegis teldupost klaksvik@klaksvik.fo 

Telduposturin skal frámerkjast: Vakrasti urtagarður

Tey sum verða innstillað blíva síðani spurd, um tey ynskja at luttaka.

Freistin at melda til er 3. juni 2024

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valkafé'irnar lata upp kl. 18 í kvøld
Myndarøð: Valfundur í Varpinum
Sí valfundin her
Hava tit sæð plakatir­nar hjá mær?
Bústaðarneyðin krevur handling – ikki ba…
Meira stýr á skermnýtslu
Gransking av rørslu gevur haldføri
Tilflytara­politikkur
Veðrið í vikuni
3. Gullbeini
SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímót…
Klárt til almennan valfund í Varpinum í…
Klaksvíkar Billard­felag føroyameistari
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið