Lýsing
Lýsing
Lýsing

Møti í Betesda 2. páskakvøld – Filip Sivertsen og onnur luttaka

SKRIVAÐ: Betesda  |  01.04.2024 - 00:18 Mentan Tíðindi

Á evangeliska møtinum í Betesda 2. páskakvøld kl. 18 verður høvi at hoyra Filip Sivertsen, sum saman við konuni, Ane, virkar í Nuuk í Grønlandi. Á hesum møtinum verður eisini høvi hjá øðrum at luttaka við talu og vitnisburði.

Seinasta evangeliska møtið í Betesda hesa páskahøgtíðina verður 2. páskakvøld kl. 18:00, og hesaferð verða hjúnini Ane og Filip Sivertsen við, sum dagliga búgva og virka í Nuuk í Grønlandi

Høvi verður eisini hjá øðrum at luttaka við talu og vitnisburði um HARRAN.

Hjartaliga vælkomin í Betesda, Klaksvík, 2. páskakvøld kl. 18.

 

---

 

Filip Sivertsen er sonur Jonnu og Hans Sivertsen, sum í mong árvóru trúboðarar í Grønlandi, bæði í Nuuk og við barnalegunum við Ameralikfjørðin. Filip hevur sostatt føroysk foreldur, men er vaksin upp í Grønlandi, har hann framvegis í dag býr saman við konuni, Ane, sum er úr Danmark.

Ane og Filip møttust í Danmark, tá Filip las til maskinmeistara og Ane las til innandura arkitekt. Eftir loknar lestrar arbeiddu tey í Danmark í eina tíð og fluttu síðani til Grønlands saman. Tey eiga børnini Kristian og Cecilia.

Í 2015 gjørdu tey av at fara á bíbliuskúla á North Cotes College í Onglandi, har tey vóru í tvey ár til tess at útbúgva seg betur til at fara aftur til Grønlands og halda fram at virka fyri HARRAN har.

Í dag búgva tey í Nuuk í Grønlandi, har tey eru virkin í samkomuni, sum eitur Naalakkap Jiisusip Oqaluffia (NJO), og í barnalegunum við Ameralikfjørðin.

Filip er ein elsti í samkomuni í Nuuk og er partur av leiðsluni fyri legurnar. Hann hevur vanligt arbeiði við síðuna av tænastuni, meðan Ane arbeiðir fulla tíð við andaligum arbeiði í samkomuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…