Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dáin 35 ár

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  16.04.2024 - 21:53 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag bjóðaði Dáin til móttøku í Varpinum í sambandi við teirra 35 ára føðingardag.

Fleiri røður vórðu hildnar:

Joan Midjord, leiðari í Dáanum

Karl H. Johansen, borgarstjóri

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna

Sum báðar hava verið landstýriskvinnur í Almannamálum

Jona Nielsen, forkvinna í stýrinum fyri Dáan

Eisini var bókaframløga, ábit, kaffi og køkur - Og so komu TrøllaPætur, omman og ommudidd á vitjan við góðum ommu-rokki.

Herdis Klein sangin, Amanda Hansen yrkti, tá ið Dáin læt upp meðan Jógvan Mortensen spældu undir

Eftir ábit, kakur og kaffi komu TrøllaPætur, omman og ommudidd á vitjan. Rómurin var óførur.

Til seinast varð víst eitt videolag, sum var gjørt til høvið.

Niðanfyri verður røðan hjá Karl H. Johansen, borgarstjóra endurgivin

Góðu tit øll, sum eru komin saman her í Varpinum í dag.

Góðu starvsfólk og stýrislimir í Dáanum, góðu eldsálir og tit, sum dagliga eru partur av virkseminum í og kring Umlættingarheimið Dáan.

Hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, nú Umlættingarheimið Dáin fyllir 35 ár – og somuleiðis tilukku við útgávuni av bókini, sum tað er eydnast tykkum at geva út – sera væl stuðlað av lokala vinnulívinum, av kommununi og øðrum.

---

Heitið “ein mansaldur” verður brúkt um tíðina, sum er ímillum tvey ættarlið, har eg havi sæð orðabøkur siga hesa tíðina liggja um 33 ár.

Nú Dáin fyllir 35 ár, hevur hesin týðandi stovnur her í lokalsamfelagnum livað, virkað og hjálpt hópin av einstaklingum og familjum í meir enn ein mansaldur – TAÐ er ikki smávegis avrik, og er sanniliga vert at hátíðarhalda.

---

Tá ið nakað alment verður sett á stovn her í Klaksvík, eru tað mangan lokalar eldsálir, sum standa aftanfyri, og soleiðis var eisini, tá ið Umlættingarheimið Dáin gjørdist veruleiki og kundi lata upp í 1989.

Sjálvur minnist eg serliga væl eldsálirnar Hannefíu Poulsen, Líggjas Vágslíð og Karl Hansen ella Tofta-Karl, sum vit vanliga nevndu hann, sum ótroyttiliga stríddust fyri at fáa henda stovn til veruleika. Tey mannaðu saman við Jónu Olsen, sum var fyrsti leiðari á Dáanum, foreldrabólkin.

Tá var einki tilboð í Klaksvík til tey, sum høvdu serligan tørv. Tofta-Karl helt, at tað bleiv bara útbygt í Havn innan hetta økið, og so fóru tey í gongd.

Tofta-Karl og Hannefía vóru bæði næstu grannar, og tá Dáin kom, kom hann ógvuliga hóskandi at liggja í sama grannalag – ein prýðiligur stovnur.

Dáin er sostatt enn eitt sigandi dømi um, at har fólk standa saman og taka lógvatak fyri einum góðum endamálið, so kunnu høg mál røkkast.

---

Fyri meg er tað kanska serliga hugaligt at kunna staðfesta, at Tofta-Karl sat í býráðnum miðskeiðis í 1980’unum umboðandi Sambandsflokkin :)

Hann var lokal-patriotur, men var eisini saman við Amandu við í fyrireikingunum, tá ið Javni varð stovnsett.

---

Fyrireikingartíðin við at byggja Dáan var drúgv, og sum so mangan í slíkum verkætlanum, gekst viðhvørt so striltið, at eldsálirnar høvdu hug at kasta frá sær, men tey hildu á.

Tekningar vórðu gjørdar, har upprunaliga ætlanin var at byggja Dáan í tveimum hæddum, har tann ovara hæddin skuldi verða verkstaður, men í tilgongdini varð hetta broytt, so at Verkstaðurin á Brekku tók tann partin, sum eisini var gott.

Sum formaður í bygginevndini átók Tofta-Karl sær enntá eisini uppgávu sum eftirlit, og tá av tornaði, hevði byggingin eitt avlop, sum varð brúkt til at gera uttanumøkið vakurt. Slíkt er ógvuliga óvanligt innan almenna bygging.

---

Dáin lat dyrnar upp tann 1. apríl 1989, og hevur sostatt í 35 ár myndað grannalagið í Bøgøtu.

Tá ið latið varð upp, hevði Dáin tvær deildir, eina til døgnumlætting og eina til frítíðarítriv.

Tá vóru Dáin og Verkstaðurin á Brekku einastu tilboðini í Norðoyggjum til fólk við serligum tørvi, so talan var veruliga um eitt risa framstig.

---

Í dag er Dáin ein samdøgurstovnur, har børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið.

Talan er um bæði skipaða umlætting, har ávísir bólkar eru, og umlætting har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis, men Dáin er eisini karmur um eitt frítíðartilboð. 

Hetta setir krøv til starvsfólkini, sum skulu virka fyri, at ymiskir málbólkar við ymiskum tørvi fáa neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at øll fáa ein tryggan og mennandi gerandisdag.

Vit vita øll, at tað til tíðir kann verða trupult at fáa hjálp, um tørvur er á hjálp, sum krevur annað enn tað, sum liggur á fremstu hyll. Tí gleðist eg um eldsálir, sum eisini mynda søguna við hesum tilboðnum.

---

Klaksvíkar kommuna hevur í nógv ár lagt seg eftir at arbeiða miðvíst og samstarva væl við landsstýrið og stovnar hjá landinum.

Her kunnu vit í dag sanniliga fegnast um, at Almanna-verkið hevur sett á stovn fleiri nýggj tilboð innan hetta økið.

Her vil eg eisini nýta høvið at bera eina tøkk til Almannaverkið fyri okkara góða samstarv um at veita borgarunum her í økinum fleiri og betru tilboð og tænastur.

Eg haldi avgjørt, at royndirnar við teimum verkætlanum, sum Klaksvíkar kommuna og Almannaverkið hava samstarva um higartil hava eydnast væl.

Her kann eg m.a. nevna: Sambýlið á Mýrivegi, sum er næsti granni hjá Dáanum, Gloym meg ei, Bú- og viðgerðarstovnurin á Jústabrekku, Samýlið Mylnutún, Búfelagsskapurin Heygavegur 56, Skálagarð og onnur góð dømi um samstarv millum land, kommunu og stovnar, har vit saman hava funnið loysnir og skapt góðar karmar.

Hesi samstørv eru eitt týðiligt tekin uppá hvat kann røkkast við góðum samstarvi.

Felags fyri hesi samstørv er eisini at støðið verður tikið í einstaka borgaranum, soleiðis at hann fær bestu umstøður at mennast í.

Sum býráð er tað okkara mál at menna ein fjølbroyttan bý, har tað skal vera pláss fyri øllum í okkara lokalsamfelag.

Vegna Klaksvíkar býráð og okkum øll í Klaksvíkar kommunu ynski eg tykkum hjartaliga til lukku við 35 ára degnum og best eydnu í arbeiðinum.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
Hanus á Gørðum - fráfaringarprædika
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari
Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjó…
Hugnakvøld í Amarant í samband við Virki…
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Hvør verður nr. 1?
Forkunnug framsýning í Varpinum
Hugnaligir gestir
Hanus segði farvæl við manér
Norðoya Kunningarstova kallast nú Visit…
Semja millum Føroya Pedagog­felag, Fíggja…
Landsfelag Pensjónista hevði aðalfund 20…
Altjóða Føroyar
Hallur Joensen Band spæla á Bátafestival…
Kom og kanna tíni móðurmerki á Landssjúk…
MR-skannarin í Klaksvík