Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórsligið norðurlendskt sangtiltak í Kelduni í Skálafirði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.05.2024 - 13:36 Tíðindi

Í døgunum 9-11 mai verður Keldan í Skálafirði karmur um eitt stórsligið Norðurlendskt sang -og tónleikatiltak, undir heitinum ”Sangur yvir landamørk”. Tiltakið varð fyrstuferð hildið í Vennesla í Noreg í 2022 og varð árið eftir endurtikið, eisini í Vennesla í Noreg. Hesaferð hava fyrireikararnir valt at halda tiltakið í Føroyum, og verður tað í Kelduni í Skálafirði í døgunum 9 -11 mai, har 2 tiltøk verða hvønn dagin, kl. 16.00 og kl. 20.00. 

 

23 ymiskir bólkar og einstaklingar úr øllum Norðurlondum koma at luttaka, og nærum 300 fólk úr Noregi og Svøríki vitja í Føroyum, í samband við tiltakið. Í samband við, at so nógv ferðafólk eru í landinum í samband við tiltakið verður eisini skipað fyri útferðum, har høvið verður hjá teimum vitjandi, at síggja ymisk áhugaverd støð í Føroyum. 

Nevndin, ið skipar fyri tiltakinum er mannað av Eyðun Jacobsen úr Føroyum, Aud Halsne og Johan Halsne úr Noreg og Mikael Järlestrand úr Svøríki. Hugskotið til tiltakið bleiv til í 2021, har tosað var um, at skipa eitt kristiligt sang -og tónleikatiltak fyri tilkomin fólk. 

Neyvan man nakað so stórt norðurlendskt kristiligt sang og tónleikatiltak hava verið áður í Føroyum, har so nógv útlendsk vitjandi hava verið. 

Fyrireikararnir vóna at tiltakið fær góða undirtøku, og at nógvir føroyingar fara at nýta høvið at vitja tiltakið í Kelduni, har nógv verður gjørt burtur úr hesar báðar dagarnar.

Atgongumerki skal keypast til tiltakið, og kann atgongd keypast til hvørja einkulta konsert, eindags atgongemerki ella til allar konsertirnar saman. Atgongumerki kann ognast á billett.fo.

Tað verður eisini høvi hjá teimum vitjandi, at keypa okkurt til matna áðrenn, ímillum og eftir tiltøkini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Norðoya Kvinnu­felag hevur summartorg ley…
Eyðgunn: Lønin skal ikki hækka og gylta…
Bygdaleiðir hart rakt av verkfallinum
Áheitan um at vísa varsemi, tá ið brenni…
Breið semja um ferða­vinnu­uppskotið
Stórmál hjá Framsókn felt av teirra egnu
P/­F Havsbrún slakar 700 mió. kr. í avlop…
Skála ÍF fær styrk úr Danmark
Lýsing