Lýsing
Lýsing
Lýsing

NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.05.2024 - 14:17 Tíðindaskriv

Í vikuni byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2024 í Stavanger. Venjingin, sum verður hildin á hvørjum ári í Norðurhøvum, heldur fram í 14 dagar og endar í Reykjavík.

 

Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroyskt sjóumveldi at gera samskipandi siglingar-, flog- og leitivenjingar. Talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO at standa ímóti hóttanum frá kavbátum, ið koma norðanífrá.

Tilsamans 10 skip, fimm kavbátar og átta flogfør taka lut í venjingini. Tey eru úr USA, Bretlandi, Spania, Niðurlondum, Spania, Belgia, Norra, Íslandi, Danmark, Kanada, Fraklandi og Føroyum. Brimil tekur lut og fylgir venjingini, meðan vant verður við Føroyar.

Í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi verður í høvuðsheitum vant norðanfyri. Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum. Hugsast kann, at onkur av skipunum, sum taka lut, koma í føroyska havn.

Til ber hjá skipum og bátum at fáa samband við førini, sum eru við í venjingini, á VHF. Tey halda seg til galdandi trygdarreglur hjá NATO viðvíkjandi venjingum. Reglurnar hava til endamáls í minst møguligan mun at ávirka ferðslu og virksemi í tí øki, vant verður. Meginreglan er, at tann, sum venur, skal víkja til tess ikki at ávirka ferðslu ella virksemi, t.d. fiskiskap.

Skip og bátar kunnu eisini venda sær til Vørn/MRCC.

Hetta er triðja árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fer fram við Føroyar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Norðoya Kvinnu­felag hevur summartorg ley…
Eyðgunn: Lønin skal ikki hækka og gylta…
Bygdaleiðir hart rakt av verkfallinum
Áheitan um at vísa varsemi, tá ið brenni…
Breið semja um ferða­vinnu­uppskotið
Stórmál hjá Framsókn felt av teirra egnu
P/­F Havsbrún slakar 700 mió. kr. í avlop…
Skála ÍF fær styrk úr Danmark
Lýsing