Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lygonis á vitjan

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  02.05.2024 - 17:07 Mentan Myndarøð Tíðindi

Debbie, dóttir læknan, Lygonis, sum var í Klaksvík í 60-unum, vitjar tíðum aftur henda vegin.

Hon og barnavinkonan, Malan á Reyðhúsi, sum tá vóru nærmastu grannar hennara, hildu nógv saman og gingu í flokki saman. Tær hava alla tíðina hildið sambandið og hevur Malan eisini vitjað í Svøríki hjá Debbie.

Debbie eitur Deborah Lygonis og er gift bretanum, Stephen Bracegirdle. Tey eru í Føroyum á eini ráðstevnu og leiðin lá beinavegin til Klaksvíkar.

Debbie vildi sleppa at síggja býin og vildi fegin hyggja nærri at Varpinum, sum hon helt vera eitt spennandi hús. So vit fóru eina rundferð í húsinum, sum henni líktist væl á.

Tað komu ymsar barnasøgur undan kavi, og hevði hon eisini í Varpinum hitt aðrar skúlafelagar s.s. Gunnar Nolsøe og Rana Nolsøe, sum er beiggi Súsannu, sum hon m.a. gekk í flokki saman við.

Debbie býr í Torslanda, tætt við Gøteborg. Hon hevur lisið fíggjarviðurskifti á hægri handilsskúla og tekst m.a. við foundraising og er í hesum sambandi eisini hjálp ella mentor hjá í verksetarum og hjálpir teimum at koma á glið við nýggju fyritøkum teirra.

Tað er m.a. í hesum sambandi Debbie er í Føroyum og skal vera við í ráðstevnuni, Tonik, sum m.a. snýr seg um íverksetan.

Hon hevur á hesi Føroya ferðini gingiði í fótasporum faðir síns – Verið verturi í Vágunum, á Sandi og so annars í Klaksvík.

Debbie hevði nógv at siga frá og minnist kortið við staðar- og býlinganøvnum á, pápin fekk gjørt, so hann kundi finna fram til sjúklingar sínar í Klaksvík. Hetta kortið hjá Lygonis hongur nú í stovuni hjá Maluni, sum hon fekk frá teimum, tá ið tey flutt seint í 60-unum.

Eisini fegnaðist hon um, at Klaksvík stendur í føgrum blóma við nýggjum mentanarhúsið, miðbýi og um skamma stund eisini einum flottum hotelli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Norðoya Kvinnu­felag hevur summartorg ley…
Eyðgunn: Lønin skal ikki hækka og gylta…
Bygdaleiðir hart rakt av verkfallinum
Áheitan um at vísa varsemi, tá ið brenni…
Breið semja um ferða­vinnu­uppskotið
Stórmál hjá Framsókn felt av teirra egnu
P/­F Havsbrún slakar 700 mió. kr. í avlop…
Skála ÍF fær styrk úr Danmark
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leggja fyri í Monten…
Lýsing