Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan Amonsson, fyrrverandi grannskoðari, bleiv brúktur sum óheftur serfrøðingur, hóast hann er heftur.

Heftur grannskoðari brúktur sum óheftur serfrøðingur í KVF

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.10.2024 - 18:35 Tíðindi

Jógvan Amonsson, fyrrverandi grannskoðari, bleiv í Degi og Viku fríggjakvøldið brúktur sum óheftur serfrøðingur at meta um fíggjarliga haldførið hjá Bústøðum.

Í samrøðu í Degi og Viku fríggjakvøldið 11. oktober 2024 bleiv Ingilín D. Strøm nærum fríkend fyri at lúgva fyri løgtinginum. Hetta hóast Landsstýrismálanevndin ákærir hana fyri at siga ósatt, tá hon fyrr í ár segði seg ongar ábendingar hava fingið um, at trupulleikar eru við langtíðar haldførinum hjá Bústaðir. 

John Johannesen, journalistur, gjørdi í sendingini drúgva samrøðu við Jógvan Amonsson, fyrrverandi grannskoðara. Amonsson var boðin í studio sum óheftur grannskoðari til at viðgera tvær frágreiðingar um Bústaðir, sum hava stóran týdning fyri at meta um, hvørt landsstýriskvinnan fyri Javnaðarflokkin hevur logið fyri Løgtinginum.

Tann eina frágreiðingin er gjørd av Beintu Dam, landsgrannskoðara, sum í einum brævi til landsstýrismálanevndina tekur saman um sína egnu frágreiðing:

"Samanumtikið heldur landsgrannskoðanin, tað í frágreiðingini eru fleiri og týðuligar ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðar haldførinum."

Amonsson sigur seg ikki hava funnið ábendingar í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um langtíðar haldførið hjá Bústøðum. Spurdur um, hann heldur Beintu Dam, landssgrannskoðara, yvirtulkar sína egnu frágreiðing, vil Amonsson tó ikki svara greitt. Men svar hansara annars geva heilt greiðar ábendingar um, hvat hann heldur um frágreiðingina hjá landsgrannskoðanini í mun til tí frá Januar.

Spurdur um Amonsson metir Bústaðir kunna klára sínar fíggjarligu skyldur framyvir, svarar hann tó sera greitt, at hann metir, at Bústaðir klárar sínar fíggjarligu skyldur næstu 10 árini. Hetta grundgevur hann fyri við at vísa til frágreiðingina frá Januar. Men tað er við galdandi fortreytum, sum tó lættliga kunnu broytast. Eitt nú byggir hetta á, at tað ikki eru meira 3% av leiguíbúðunum, sum standa tómar. Tær 11 tómu íbúðirnar í Fuglafirði svara til góð 2% av samlaða talinum av leiguíbúðum. Allíkavæl vil Amonsson vera við, at tómgongdin er nógv minni enn 3%.

KVF gloymdi tó at upplýsa, at Amonsson fyrstu 9 árini av livitíðini hjá Bústøðum var heftur at bæði Bústøðum og Januar. 

Amonsson hevur grannskoða Bústaðir í 9 ár

Í lógini um grannskoðan er áseting, sum skal tryggja óheftni grannskoðarans í paragraf 23: 

§ 23. 1) Grannskoðanarvirkið og grannskoðarin skulu tryggja, at tann ella teir grannskoðarar, ið undirskriva grannskoðanarátekningina fyri fyritøkur, sum eru nevndar í stk. 2, í seinasta lagi 7 ár eftir, at teir eru tilnevndir at gera uppgávuna, verða skiftir út í minsta lagi í eitt 3 ára tíðarskeið.

Jógvan Amonsson gav eina blanka átekning í ársroknskapinum hjá Bústøðum fyri kalendaraárið 2013 og síðani hvørt ár líka fram til 2021, tá hann fyri 9. ferð undirskrivaði grannskoðaraátekningina í ársfrágreiðingini. Um Bústaðir sambært lógini var ein fyritøka/stovnur av almennum áhuga, t.e. eitt fíggjarligt samtak og/ella børsskrásett fyritøka, ið var fevnt av hesi paragraff, hevði Amonsson verið ov heftur at Bústøðum til at grannskoða stovnin í meira enn 7 ár.

Hóast Bústaðir má sigast at vera ein stovnur av almennum áhuga, so er stovnurin formliga ikki fevndur av hesi allýsing. 

Fyrstu 9 árini av livitíðini hjá Bústøðum áteknaði Jógvan Amonsson ársfrásøgnina. Sambært lógini ger tað hann heftan at stovninum.

Amonsson kann sigast at hava ein áhuga í, at tað ikki verður settur spurningur við fíggjarstýringina árini fram til støðuna nú. Hetta tí, at tað eru fíggjarligar avgerðir tiknar í tíðini, tá hann var uttanhýsis grannskoðari stovnsins, sum nú fáa Landsgrannskoðanina at rópa varskó. Og sum fyrrverandi leiðandi starvsfólk í Januar kann hann eisini sigast at hava eitt tilknýti til grannskoðarafyritøkuna, hvørs frágreiðing hann av KVF bleiv biðin at viðmerkja við stuttum skotbrái. 

Harafturímóti er landsgrannskoðarin Beinta Dam púra óheft av øllum áhugamálum og tænir einans fólkavalda løgtinginum. Tí vendur tað eisini heilt skeivt, tá KVF velur at lata fyrrverandi grannskoðaran hjá Bústøðum seta spurning við niðurstøðuna hjá Landsgrannskoðanini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch