Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eru vit greið yvir týdningin av Skúlatrøð?

SKRIVAÐ: Áron Vest  |  29.10.2024 - 14:50 Politikkur Tíðindaskriv

 

 

Tað hava verið nógvar røddir frammi, um hvørt vit í Føroyum skulu broyta undirvísingarleistin í fólkaskúlanum. Nú er býráðsval, og nú tosa vit um nakað, sum skuldi verið ein sjálvfylgja!

Millum annað er tað í skúlanum, at vit finna útav, hvørjar gávur við hava fingið, av Skaparans hond. Tað er har vit oftast finna útav, um vit eru til sinus og tangens, til sterkt bend sagnorð ella til køksarbeiði ella til smíð.

Tað, sum eg vil við hesum, er, at táið vit bíða við at liðugtgera snotiliga skúlan á Skúlatrøð, so eru vit ein meinbogi fyri børnini. Tá eru vit ein snávisteinur fyri okkara dýrabarasta tilfeingi, sum bíðar eftir at folda seg út og gagnnýta tær gávur, sum okkum eru givin.

Og hvussu skulu tingini so gerast?

Vit eiga at fáa politikkin út til fólkið. Eisini skúlan. Hvussu vit gera arbeiði liðugt, hvussu tingini skulu vera og hvussu vit skulu bjóða okkara børnum verðins besta fólkaskúla – alt hetta, skal gerast eftir tí leisti, sum tey, ið hava sína dagligu gongd á Skúlatrøð, ynskja og meta vera bestan fyri okkum. Og vit mugu undir næsta byggistig, alt fyri eitt – hetta kann ikki bíða meir.

Skúlin hevur eitt Skúlastýrið og næmingarráð. Og tað er gull vert. Tað er gott, at vit hava so góðar møguleikar, sum gera, at skúlin hevur sítt at siga, tá avgerðir vera tiknar tess vegna. Til dømis tá nýggja matarskipanin var fyri, hava hesi kunna givið sítt íkast til mannagongdirnar. Hesin møguleikin má verjast og aldrin detta niðurfyri.

Verði eg valdur í Klaksvíkar býráð, skal eg gera mítt fyri, at skúlin verður viðlíkahildin, liðugtgjørdur og at alt, ið fer fram har, skal avgerast av teimum, sum vita best – tit, sum hava tykkara dagligu gongd har.

Nú er nokk hugsað, at million-dollar-hugskot, sum eru upphugsað av ellivu býráðslimum, skulu vera avgerandi faktorurin. Tað eru tit, sum mynda Skúlatrøð í gerandisdegnum, sum skulu hava síðsta orðið.

Nú er tíð uppá, at vit taka tey í Skúlatrøð enn meir í álvara og fáa framt í verki tað, sum vit lova!

X við B – og gjarna við meg!
Áron Vest, valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum
Stenberg hitt Zelenskyy í Kyiv
KÍ v SJK: Ung og eldri farin í sving
Azamara Quest á Norð­havn­ina
Lutakastið til Challenge Cup í morgin
RSP á Norð Festivali­num 30. aug!
Bjóða nú campingvog­num á Summar Festival