Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flyta tey ungu lesandi av landinum?

SKRIVAÐ: Terji á Lakjuni  |  22.11.2024 - 14:23 Lesarabrøv Politikkur

Íkast til “kjakið” ella narrativið um, at tey ungu lesandi flyta av landinum

 

 

Seinastu dagarnar hevur verið tosað um rákið, ið sigst vera, at alt fleiri ungfólk fara av landinum í lestrarørindum.

Men er rákið soleiðis?

Tøl frá Studna stuðla ikki undir, at gongdin er soleiðis.

Støði verður tikið í niðanfyristandandi talvu hjá Studna, sum hevur skrásett hagtøl við støði í lestrastuðli fyri lesandi á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í eitt longri tíðarskeið (víst verður til viðmerkingina niðanfyri í talvuni/myndini).

 

 

Fyri at gera gongdina týðiliga havi eg valt at samanbera skúlaárið 2013/14 við skúlaárið 2023/24 – eitt 10 ára skeið. Annars kann sjálvandi nógv annað lesast úr talvuni. Her er talan um faktuell tøl, sum eru samanbærlig.

Fylgjandi framgongur av talvuni:

  • Talið av føroyingum, sum eru undir hægri lestri í Føroyum og uttanlands, tilsamans, er lækkað úr 2.519 til 1.828. Ein lækking uppá 27%.
  • Samlaði talið av hægri lesandi í Føroyum er hækkað úr 838 til 1026. Ein hækking uppá 22%.
  • Samlaða talið av lesandi føroyingum undir hægri lestri í Danmark er nærum hálverað úr 1423 til 732. Ein lækking uppá 49%.
  • Samlaða talið av lesandi føroyingum í ÚSUN-skipanini (lesandi uttanfyri Norðurlond) er lækkað úr 258 til 70. Ein lækking uppá 73%.
  • Í skúlaárinum 2013/14 lósu 33% av teimum, sum lósu hægri lestur, í Føroyum. Í skúlaárinum 2023/24 lósu 56% av teimum, sum lósu hægri lestur, í Føroyum. 23% stig fleiri.

 

Terji á Lakjuni, lestrarvegleiðari á Kambsdali

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…