Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heri Vang, skipari

Besti útróðrartúrur, Norðsøki hevur gjørt

SKRIVAÐ: Sjómanstrúboðarin  |  29.11.2024 - 15:45 Tíðindi Vinna

-Hetta er nógv tann størsta sølan vit hava gjørt av einum útróðrartúri, tí prísurin á stóra toskinum er óvanliga høgur. Vit fingu karamelleskju frá Fiskamarknaðinum, tí teir halda seg ikki vita um so stóra sølu hjá einum útróðrarbáti, eftir einari setu, sigur Heri.

 

Í morgun landaði útróðrarbáturin Norðsøki á Toftum. Umborð vóru fýra ungir, raski, royndir og væl nøgdir norðoyingar. Teir vóru eitt sindur troyttir, samstundis sum teir fegnaðust yvir nøgd og prís.

-Vit hava roynt á Føroya Banka og túrurin eydnaðist væl. Tað gekk illa at draga fyrstu tímarnar, tí tað rak sera hart. Vit slitu tvær ferðir og mistu tíverri átta stampar. Tá vit so høvdu bíða í nakrar tímar, løgdu vit á aftur og drógu restina. Tá gekk betri.

Tað sigur skiparin, Heri Vang.

-Vit drógu 127 stampar og vit hava givið góð 29.000 pund upp til Fiskamarknað Føroya. Vit hava fiskin í krubbum, og hann er ikki liðugt viðaður enn, so vit vita ikki endaligu vektina, sigur hann.

Spurdur hvussu slagið var, svaraði Heri:

-Størra helvtin er stórur toskur, sum vit rópa ”eittarar”. Teir viga umleið 10 kilo hvør og meiri. Vit fingu bara 5 kilo av ”tríara” og tríggjar ”greipufiskar”. Vit fingu nakað av hýsu, men tað er ikki gott fyri hýsuna at línan stendur leingi, tí lús kann leggjast á hana. Samstundis fingu vit umleið 3000 pund av havtasku, tí línan stóð leingi. Tað er óvanligt at fáa so nógva havtasku á línu.

-Hetta er nógv tann størsta sølan vit hava gjørt av einum útróðrartúri, tí prísurin á stóra toskinum er óvanliga høgur. Vit fingu karamelleskju frá Fiskamarknaðinum, tí teir halda seg ikki vita um so stóra sølu hjá einum útróðrarbáti, eftir einari setu, sigur Heri.

-Um vektin verður tað vit vóna, so selja vit fyri góðar 500.000 krónur. Tað er ein góður útróðrartúrur. Árið er eisini gott, so vit eru fegnir og takksamir, sigur hann.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá troyttu og fegnu menninar. Tíð var eisini tikin til Guds orð og bøn.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni