Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nógv ymiskt á skrá til Torradagarnar í Klaksvík - Tú ert vælkomin at seta tiltøk á skrá! | Mynd: Dávur Winther

Torradagar 17. – 22. februar

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  16.01.2025 - 12:15 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Nú stundar aftur til Torravikuna og ymiskt er komið á skránna, men tú kanst vera við til at seta dám á skránna við ymskum brellbitum

Í Smæruni verða onkrir fyrilestrar við kaffi afturvið, Í Christianskirkjuni plagar at vera ymisk tiltøk, og á bókasavninum verður eisini ymiskt áhugavert.

Torratingið í Varpinum

Tað altíð so áhugaverda Torratingið hevur nógv at bjóða í ár, tí her er so nógv at taka fatur í. Eisini er Trump´urin farin at gera um seg á okkara leiðum - mikukvøldið 19. februar kl. 19.00.

Eisini verða fyrilestrar, framløgur, konsertir og torrating. Arbeitt verður við møguliga at endurskapa eitt hugnaligt Flemmish Kap-kvøld við søgum, reypi og sangi.

Torramatur

Á Café Gloria plagar at spíla seg út við stóru fiskabufféini mikudagin, sjavskvøldi, sangløtu og hugnakvøldi. Amarant, Angus og hinar matstovurnar hava ymiskt spennandi á borðseðlinum í Torravikuni.

Sama ger Kaffé Fríða, har tað eisini verður Sjómans Quiz.

Tekniski skúli plagar lata dyrnar upp, har næmingar á Matvørudeildini hjá TSK bjóða eitt størri Torra sjálvtøkuborð. Høvuðsdenturin er rávørur úr sjónum m.a. royktur laksur, heimagjørd marinera sild, saltfiskur, roykt rogn og ymiskt annað.  

Fleiri við

Norðoya Bátafelag, sum heldur til í gamla roykivirkinum á Faktorsveg 6 skipar m.a. fyri sjavs-hugnakvøldi í felagshølunum. Leygarmorgunin bjóðar Norðoya Bátafelag til morgunmat og reyp.

Eisini verður Torrakaféina í Betesda á skrá, har Viberg Sørensen greiðir frá um sjólív sítt - Nógvur góður sangur, gott kaffi, kakur og prát.

Í Spinnarínum verða framløgur og framsýningar um ull og virksemið har. Prát plagar at vera um veðrið. Norðoya Fornminnasavn og Gamla Seglhúsð plaga at vera við á skránni við framsýningum.

Torrarenning og Heilsukafé

Treysti skipar fyri Torrarenning á rennubreytini á Másheygi, har øll kunnu vera við – yngri sum eldri.

Tað verður gingið ella runnið í ein ½ tíma á vøllinum við sakkønum hjálparfólki, og síðani verður farið inn í Tekniska skúla at fáa okkurt svalandi, har tú kanst fáa mált blóðtrýst og annað.

Café Fríða, Amarant, Angus og hinar matstovurnar hava ymiskt spennandi á borðseðlinum í Torravikuni.

Torri

Um Torra er skrivað, at “Torri er mánaðurin frá tendring síðst í januar til næstu tendring. Hesa tíðina kemur hýsa og toskur inn á grunnin at gýta, og er hesin mánaðurin serliga góð fiskitíð. Mánaðin eftir torra, góa, og einmáðaða snúði tað seg um gróðurin á landi; tá fór at vára. Men um torramánaðin hevur verið sagt, at menn fóru til prest at spyrja, um ikki føstugudstænastan kundi flytast frá vanligari kirkjutíð til um kvøldið, tí teir so fegnir vildu sleppa til útróðrar hesa ársins tíð. Prestur eftirlíkaði, og føstugudstænastan øskudag varð løgd um kvøldið.” 

Sagt verður eisini: Ravnur troðar í Torra, verpur í Góa - klekir í Einmánaða.

Freistin at seta tiltøk - heiti, staðseting, klokku, greinastubba og mynd, á skránna er: fríggjadagin 7. februar kl. 12.00.

Her er leinkja til Tiltøk á skrá

Vælkomin á Torradager í Klaksvík 17. - 22. februar!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…