Lýsing
Lýsing
Lýsing

HR í Føroyum hildið aðalfund og nevndin skipað seg

SKRIVAÐ: HR í Føroyum  |  27.02.2025 - 08:05 Tíðindaskriv

Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg eftir væleydnaðan aðalfund 26. februar 2025.



Ársaðalfundurin hjá HR í Føroyum varð hildin á Hotel Brandan. Ester Dahl varð vald til fundarstjóra. Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.

Formaðurin, Rasmus Nolsøe, legði fram frágreiðing um farna árið, meðan kassameistarin, Bára Gásadal, legði fram roknskapin, sum síðan varð góðkendur av fundinum.


Nýggj samanseting av nevndini

Fýra nevndarlimir stóðu fyri vali: Rasmus Nolsøe, Sonny Joensen, Guðrun Poulsen og Beinta Wilhelm. Rasmus og Sonny tóku við afturvali, meðan Guðrun og Beinta valdu at takka fyri seg. Í teirra stað vórðu Rannvá Justinussen og Hanna Nónstein valdar inn í nevndina.

Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

  • Rasmus Nolsøe, formaður
  • Alexandra á Dul, næstforkvinna
  • Bára Gásadal, kassameistari
  • Sonny Joensen, skrivari
  • Rannvá Justinussen, nevndarlimur
  • Hanna Nónstein, nevndarlimur

 

HR í Føroyum takkar Guðrun Poulsen og Beintu Wilhelm fyri teirra virðismikla íkast og ynskja teimum alt tað besta!

Samtíðis verður ynskt Rannvu Justinussen og Hannu Nónstein hjartaliga tillukku við valinum og vælkomnum í nevndina.

Nevndin fer beinanvegin til verka, og fleiri tiltøk eru longu á skrá.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann samanlagt 4-1 á SJK
KÍ kom aftur í ár víðari eftir sannføran…
Samuel Chukwudi takkargávu úr Klaksvík
Føroyskir viðmerkjarar til NSÍ dystin
Her sæst KÍ dysturin í kvøld
Latif til 07Vestur
Passivt-aggressivir politikarar
Bláa Bylgjan ger nógv burturúr avgerandi…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Kaj Leo: Eg stovnið eitt áhugafelag fyri…
Upptakt: KÍ-SJK
Helgi Jacobsen 90 ár
Mowi Føroyar 30 milliónir í yvirskoti í…
Páll A. Klettskarð: Hesir dystir eru nak…
Magnus Powell: Kanska hendur okkurt, áðr…
Oljudálking við Grótrætt
Tvey pør í finalunum í tvímansleiki
Seinasta venjingin undan stórdysti­num í…
Miriam og Rúni í finalunum í einmansleik…
Oyggja­leikavetera­nar hittust á Orkney