Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Plakatir - Arnold Vegghamar

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  17.03.2025 - 17:31 Mentan Tíðindi

Vøkru málningar hjá Arnold Vegghamar prýða manga stovu kring landið. Nú er eisini møguligt at keypa plakatir, av eyðkenda stílinium hjá listamálarinum av Viðareiði.

Plakatirnar kunnu keypast í Alfa Bókhandil og á heimasíðu teirra HER

Líggjar í Bø skrivar soleiðis í eini grein um Arnold Vegghamar:

Arnold var ógvuliga viðkvæmur, og tað var ikki altíð so lætt hjá honum. Sum heild var tað mangan harður og einsligur róður hjá honum.

Lívið lagar seg so ymiskt hjá monnum. Hjá summum tykist tað, sum at lívið alt er sum eitt spæl, hjá øðrum er tað munandi torførari. Janus skald yrkir onkustaðni um tær báðar ymisku lívsleiðirnar:

... ein liggur leiðin í neðra, har alt er lagaligt og lætt, mong eru at fylgjast við, og har tað er í yvirflóð av øllum møguligum góðum at njóta. Mong fara tann vegin …

Og so er tað hin leiðin:

„Ein liggur leiðin í erva,
illgongt har er,
og fátt er til matna.
– Ta leið gingu teir, sum søguna skaptu!“

Her ljóðar tað næstan, sum at tú kanst sjálvur gera av, um tað skal verða niðara ella ovara gøtan. Men soleiðis er tað ikki hjá øllum. Og soleiðis hevur tað vissuliga ikki verið hjá Arnoldi.

Hugurin til skapandi virksemi hevur altíð ligið í honum. Hann teknaði nógv, tá ið hann gekk í skúla. Og tí helt hann á við. Og hann byrjaði so eisini at mála myndir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing