Lýsing
Lýsing
Lýsing

Námsfrøðingur til Baldursbrá

SKRIVAÐ: Lýsingargrein  |  20.03.2025 - 14:10 Tíðindi

Seinasta freist at søkja starvið er í dag!

 

Baldursbrá er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast. 

Baldursbrá er kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021. Stovnurin hevur frálíka staðseting, við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran myndar tískil ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.
Pláss er fyri 45 barnagarðsbørnum, í aldrinum 3-6 ár sum húsast í stovunum Dreymsólja, Gullsólja og Snjósólja.
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til eitt starv á 32 tímar um vikuna, harav eru 25 stuðulstímar, at byrja 24. mars ella eftir nærri avtalu. Námsfrøðiligur atstøingur ella hjálarfólk kann eisini vera sett í tíðaravmarkað starv.


Vit kunnu bjóða:
• ein spennandi stovn, ið er í menning viðvíkjandi námsættlan og virðisgrundarlag.
• ein góðan og vælvirknan starvsfólkahóp.
• ein stovn, ið arbeiður við náttúrunámsfrøði.
• ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum
• tíð til fyrireiking.


Vit vænta, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• sær møguleikar í øllum børnum
• vil vera við til at mynda stovnin sum ein nátturubarnagarð.
• hevur áhuga í at arbeiða við náttúrunámsfrøði, endurnýslu og burðardygd. 
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• sær stórt virði í viðurkenning og inklusión
• ert týðilig/ur í samskifti, og leggur dent á gott samstarv


Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF)
og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 225719
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.


Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinasta lagi 20. mars 2025.


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingur til Baldursbrá

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…
Besta árið hjá Volunteer
Ídni verður goymsla
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026