Lýsing
Lýsing
Lýsing

Atkvøð fyri dagsins-leikara og vinn

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  29.03.2025 - 23:45 Ítrottur Tíðindi

Møguleiki verður at vinna eina nátt fyri tvey á Hotel Hilton Garden Inn, í samband við dystin í morgin, tá ið KÍ tekur móti EB/Streymur kl. 15.00 á heimavølli.

Tveir dystir, tveir sigrar og fult stigatal.

Tað er støðan, nú KÍ tekur móti EB/Streymi í 3. umfari í landskappingini.

Í samband við dystin, hevur KÍ skipað fyri einum nýggjum møguleika, har áskoðarar kunnu atkvøða fyri dagsins-leikara undir dystinum, og samstundis verða við í kappingini um ein vinning, sum hesaferð er ein nátt fyri tvey á Hotel Hilton Garden Inn.

Áskoðarar kunnu atkvøða, við at senda sms til 1919 og skriva "ki" og nummarið á leikarinum, ið tú metir eigur heiðurin sum dagsins leikari.

Dømi: Ki 9
NB: Tað er umráðandi, at tað er eitt millumrúm millum tekstin og talið.

Vit vóna at síggja nógv fólk til dyst, og at fólk taka væl undir við átakinum.

Koyr á KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…