Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.04.2025 - 23:31 Tíðindi Veðrið

Fyrru helvt av vikuni fara vit at hava eitt luftrák av útsynningi og suðuri við óstøðugari luft. Eitt lágtrýst fer at liggja millum Føroyar og Ísland í nakrar dagar. Loftið fer at skifta heilt fitt við løtum, tað er smáskýggjað og sólglottar, men eisini okkurt vátakavaælið, og so løtur tað grátt og vátt.

Seinna part av vikuni grynnist lágtrýstið og fer sum frálíður burtur. Men eitt annað lágtrýst fer at dýpast yvur bretsku oyggjunum, og tað tað fer at draga kalda luft til sín norðaneftir. Hetta kalda lotið fer fram við Føroyum á vegnum suðureftir, og hitalagið fer væntandi niður ímóti frostmarkinum.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Frískt lot til frískan vind millum landsynning og útsynning, 5 til 10 m/s. Um morgunin samdrigið og regn, í støðum við vátakava, men seinnapartin slítur hann í, og tað verður smá- ella hálvskýggjað. Út á kvøldið dregur hann aftur á luftina, og sum frálíður er regn ella ælaveður, í støðum vátakavi. Um náttina vindurin upp í frískan vind ella strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, framvegis regn ella ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.

Týsdagin:

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður, í støðum vátakavi. Um kvøldið og um náttina lítið lot um sunnan, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Mikudagin:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Um dagin smáskýggjað og yvirhøvur turt. Út á kvøldið dregur hann á luftina, men framvegis yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.

Hósdagin:

Frískt lot til frískan vind um útnyrðing, 5 til 10 m/s, skýggjað men yvirhøvur turt. Hitin 3 til 7 stig.

Fríggjadagin:

Frískt lot til frískan vind um útnyrðing, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 2 til 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Valfundur í Varpinum
Sí valfundin her
Hava tit sæð plakatir­nar hjá mær?
Bústaðarneyðin krevur handling – ikki ba…
Meira stýr á skermnýtslu
Gransking av rørslu gevur haldføri
Tilflytara­politikkur
Veðrið í vikuni
3. Gullbeini
SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímót…
Klárt til almennan valfund í Varpinum í…
Klaksvíkar Billard­felag føroyameistari
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…