Lýsing
Lýsing
Lýsing
Filip Ilic í Conference League dysti fyri Mjølnir seinasta heyst | Mynd: Mjølnir

Filip Ilic úr Mjølnir til Italia

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.01.2026 - 10:14 Ítrottur Tíðindi

19 ára gamli kanturin hjá Mjølnir skiftir til italska liðið Scalia Volley Sciacca úr Sicilia

 

Italia er stóra flogbóltslandið, har teir bestu leikararnir í heiminum spæla. Scalia Volley Sciacca spælir í Seriu B í Italiu og er staðsett í Sicilia. Seria B er 4. deild í Italia. 

Filip Ilic hevur leikt flogbólt fyri ÍF og kom kappingarárið 24/25 til Mjølnir, har hann var við til at vinna sítt fyrsta føroyameistaraheiti í vaksnamannaflogbólti, tá Mjølnir vann minniligu FM finaluna 3-2 á SÍ á Giljanesi. 

Og ungi kanturin er spentur, nú hann er farin av landinum at royna seg. 

Tíðin í Mjølnir hevur havt stóran týdning fyri mína menning sum leikari, og eg fari altíð at vera takksamur fyri árini og upplivingarnar har. Nú eri eg tó klárur at taka næsta stig og royna meg á hægri støði uttanlands.

Eg havi skrivað undir sáttmála við Scalia Volley, sum spælir í Serie B í Italia, við heimstaði í Sciacca á Sicilia.

Míni mál eru at fáa mest møguligt burturúr hesum møguleikanum, mennast bæði sum leikari og persónur og samstundis leggja mítt til liðið.

Eg síggi hetta sum eitt týdningarmikið stig í míni yrkisleið. Eisini gleði eg meg nógv til at læra nýggju liðfelagarnar at kenna og uppliva italienska mentanina og serligu náttúruna á Sicilia, sigur Filip Ilic við Norðlýsið

 

Hann sigur upp í 16 gradir í italska býnum Sciaccia, har Filip nú fer at royna sítt flog

 

Phil Freere er ítróttarstjóri í Mjølnir og hann er errin av at Mjølnir framleiðir leikarar til útlandi. 

Filip hevur eitt stórt flogbóltstalent og vit eru sera spent at síggja hansara menning í Italia. Hann hevur ment seg nógv í Mjølnir. Filip hevur gott at braga til, pápi hansara Boban Ilic var ein framúr flogbóltsleikari. Hann leikti eisini fyri Mjølnir og er nú venjari hjá Mjølnir kvinnunum, sigur Phil Freere ítróttarstjóri hjá Mjølnir. 

Tað er eisini ein fyrrverandi Mjølnir leikari og venjari, ið má nevnast og tað er dámligi argentinin Christian Imhoff, sum er fyrrverandi liðfelagi og vinur við agentin Bruno Romanutti, sum hevur verið við til at fingið handilin í lag, upplýsir Phil. 

 

Mjølnir í Hollandi í dysti móti Sliedrecht Sport. Filip Ilic nr. 5

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stóra brakið í Badminton­høll­ini í dag
Eingin klippir snórin fyri eini pensjóns…
Filip: - Stórur munur á flogbólti í Ital…
Ársins fyrstihjálpari 2025
Stór uppgáva á Theodoros Vardinogiannis…
- KÍ skal hava ein leikara afturat
Løtan er komin at standa upp fyri KÍ
Alivannan vaks ein triðing
So nógv kosta sendistovurnar
Seyða­hundakapping á Vatnaskørðum 
Veðrið um vikuskiftið
DNA og basupør í 8. flokki
Fráboða atkomu- og luttøkuforð­ingar hjá…
Elsebeth vitjaði Norðlýsið
Ariana: - Eg kendi onki til Føroyar
KÍ kaffi áðrenn fyrsta dyst í ár
Hilmar Jan Hansen í kirkju­kjallarinum
Ungt Virki 2026 verður í dag – Miðnám á…
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…