Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renniskógvarnir máttu setast for good

SKRIVAÐ: Rani Nolsøe  |  12.01.2026 - 18:02 Ítrottur Poddar Tíðindi

Sum fótbóltsleikari í B68 hevði hann leingi víst seg at vera ein sera skjótur rennari, so tá høvið beyðst at tekna seg til oyggjaleikirnar í 1985, smekkaði hann til og fór at venja.

Í 1985 byrjaði Absalon Hansen av Toftum at renna - og tað var ikki við mýkindum.

Sum fótbóltsleikari í B68 hevði hann leingi víst seg at vera ein sera skjótur rennari, so tá høvið beyðst at tekna seg til oyggjaleikirnar í 1985, smekkaði hann til og fór at venja.

Tað gekk so sum so við teimum fyrstu kappingunum, men skjótt byrjaðu tíðirnar at gerast betri og betri, og tað var tann avgerandi motivatiónin hjá Absaloni.

Tá á døgum visti man lítið um, hvussu venjast skuldi, so tað var bara at koyra ahead. 

Við íblástri frá ymiskum rennistjørnum úti í heimi, fann Absalon skjótt út av, at tess meiri tú vandi, og jú longri tú ranst, betri gjørdist úrslitini.

Og skuldu málini náast, skuldi tað rennast nógvar kilometrar. Og teir vórðu allir avgreiddir eftir føroysku vegunum, millum mongu bilarnar, lastbilarnar og bussarnar. Ongar rennibreytir vóru, og úrvalið av renniskóm var sera avmarkað. So tað var eitt slag av elituvenjing, sum eingin innan frælsan ítrótt hevði gjørt áðrenn.

Til dømis tá ið hann fríggjakvøldini fór úr Havnini, har hann arbeiddi, og inn á Toftir, tá fór hann á land á Strondum og rann við fullari ferð allan tann langa vegin út á Toftir. Hvørt fríggjakvøld í langar tíðir. Summar vikur rann hann upp í móti 180 kilometrum eftir vegunum um vikuna og onkuntíð longri.

Skjótt gekk tað slag í slag, og Absalon gjørdist Føroya suverent skjótasti rennari.

Longu í 1988 megnaði hann at seta eitt knúsandi met á marathonteininum í Hamburg, tá hann rann teir meiri enn 42 kilometrarnar uppá einans 2 tímar, 27 minuttir og 33 sekund. 

So skjótt hevði eingin í Føroyum nakrantíð verið nærhendis av, og ei dáni í, at júst tað metið kom at standa longst av øllum metum. Nevnliga í 37 samfull ár. Ja, heilt inn til Treystarennarin Julian Gregersen kom á banan. Meiri um tað seinni. Í 1989 vann Absalon marathonrenningina á oyggjaleikunum, sum vóru í Føroyum.

Men stutt eftir gekk tað galið. 

Fýra ár við sera hørðum og rúgvismiklum venjingum høvdu sín kostnað, og Absalon var noyddur at gevast vegna pínu í rygginum. Í samfull 17 ár rann hann ikki ein tann einasta túr. 

Og soleiðis endaði glæsiliga rennikarrieran hjá toftamanninum eftir einans fýra árum.

Men eftir hann lógu nøkur sera sterk met á marathon- og hálvmarathonteinunum, sum komu at standa longri enn nøkur onnur met í føroysku ítróttarsøguni.

Hoyr samrøðu við Absalon niðanfyri. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…
Hvat við at byrja hetta vikuskiftið við…
FA Cup sensatión: Macclesfield vann á Cr…