Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggi stjórin byrjar í starvinum 1. mars | Mynd: Klara Jacobsen

Eirikur Jákupsson nýggjur stjóri á KG

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.01.2026 - 10:36 Tíðindi Vinna

– “Eg eri sera spentur at byrja í starvinum, og til at vera við til skapa upplivingar í hesum flotta og spennandi hotellinum í Klaksvík. Eg vænti, at KG verður ein týðandi partur av bæði býnum og føroysku ferðavinnuni, og eg gleði meg til, saman við starvsfólkum og samstarvsfeløgum, at skapa góðar og minniligar gestaupplivingar hjá vitjandi á KG.”, sigur Eirikur Jákupsson

 

Í samband við at nýggja hotellið í Klaksvík letur upp í summar, er stjóri settur at standa á odda fyri dagliga rakstrinum. Nýggi stjórin er Eirikur Jákupsson, 36 ár, familjumaður við 3 børnum. Eirikur kemur við drúgvum royndum innan hotel- og tænastuvinnuna, rakstri og leiðslu

Eirikur hevur eina bachelorútbúgving í búskapi og virkisleiðslu frá Roskilde Universiteti og eina master-útbúgving í Integrated Food Studies frá Aalborg Universiteti. Seinastu árini hevur hann starvast sum rakstrarstjóri í Vert.

Afturat hesum hevur Eirikur royndir sum verkætlanarsamskipari innan rakstur og burðardygd hjá Arp-Hansen Hotel Group - ein av teimum størstu hotelketunum í Danmark. Har starvaðist hann tætt saman við leiðsluni á hotellunum og hevði ein týðandi leiklut í at tryggja, at hotellini livdu upp til krøv frá myndugleikum, gestum og altjóða skipanum innan burðardygd.

Eirikur hevur eisini royndir úr matstovuvinnuni, m.a. frá viðurkendu matstovuni Alchemist í Keypmannahavn, har hann var við í fyrireikingararbeiðnum, áðrenn matstovan lat upp í 2019.

– “Eg eri sera spentur at byrja í starvinum, og til at vera við til skapa upplivingar í hesum flotta og spennandi hotellinum í Klaksvík. Eg vænti, at KG verður ein týðandi partur av bæði býnum og føroysku ferðavinnuni, og eg gleði meg til, saman við starvsfólkum og samstarvsfeløgum, at skapa góðar og minniligar gestaupplivingar hjá vitjandi á KG.”, sigur Eirikur Jákupsson.

Við setanini av Eiriki Jákupssyni sum stjóra verður lagt dent á at tryggja ein professionellan og burðardyggan rakstur, tá KG letur upp í summar og tekur ímóti fyrstu gestunum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…